Faðir vár, tú sum ert í himlunum
Hetta munnu vera kendastu orð millum trúgvandi til allar tíðir. Nógv av okkum er vaksin upp við, at foreldur okkara lærdu okkum bønina “Faðir vár”, ella hava biði hana til morgunsang í fólkaskúlanum. Veit um fleiri, sum ikki vilja fara frá húsum ella leggja seg at sova fyrr enn bønin er biðin.
Men hvat liggur í hesum lítla setninginum í byrjanini av “Faðir vár”? Munnu flestu okkara ikki hava sagt orðini inn í millum uttan at hugsa um, hvat tey merkja?
Jesus lærir fólkið, hvussu tey eiga at biða í fjallaprædikuni (Matt 6,5-16). Har greiður Hann frá, hvussu vit eiga síggja bøn sum eina persónliga samtalu við Harran, sum ikki hugsar um, hvussu væl vit duga at orða okkum ella hvussu góð vit eru. Hann ynskir, at vit hava eitt inniligt samband við Hann, og ikki hugsa um, hvat onnur halda um okkara bønir. Støðið verður lagt í fyrsta setninginum í bønini, sum Jesus hevur lært okkum, sum sigur “Faðir vár, tú sum ert í himlunum”. Hesi orðini vísa okkum á, hvør Guð er. Fyrra helvtin vísir á, at Guð er okkara pápi.
Í gamla testamentið verður Guð nevndur faðir fjúrtan ferð í bønum, og hvørja fer snýr tað seg um Guð, sum faðir at tjóðini ella líknandi. Tað snýr seg ikki um ein persónligan Guð, men ein sum er fjarur frá fólkinum í bønini. Hetta kolveltir Jesus í tí, at Hann nevnur Guð faðir yvir 60 ferðir í evangeliunum. Tað vísir á ein Guð, sum er komin menniskjum nær, og sum ynskir eitt tætt kærleiksfult samband við okkum. Orsøkin til, at Jesus kom her niður at doyggja á krossinum er fyri at seta menniskju í frælsið, og við trúgv á Jesu fullgjørda verk kunnu vit hava eitt tætt samband við Guð.
Seinna helvt av setninginum sigur, at Guð er í himlunum. Her verður Guð nevndur sum ein, sum er omanfyri alt, og hetta er veruliga so. Guð er alvitandi, almáttugur, veit alt, alt síggjandi, og er til staðar allastaðni. Hetta lesa vit allastaðni í skriftini, og kunnu við trúgv hava álit á, at soleiðis er Guð. Fram um alt vit halda um Guð, so eiga vit at hava djúpa virðing fyri Honum. Bíblian kallar hetta Guðsótta.
Tá Jesus setti hesar orðingarnar saman, var tað ikki av tilvild. Hann ynskir, at vit síggja Guð uppá sama máta sum Hann. Sum ein almáttugan og stóran Guð, sum situr á trónuni, og hevur fult tamarhald á hvørjari støðu. Men samstundis er Hann okkara kærleiksfulli Faðir, sum ynskir at hava tætt samband við síni børn.
Í ljósinum av hesum kunnu tú og eg koma fram fyri Honum við øllum bønum, og seta okkara álit á, at Hann vil svara okkara bønum eftir sínum vísdómið. Hetta merkir sjálvandi ikki, at Hann gevur okkum altíð soleiðis, sum vit ynskja. Tvørturímóti gevur Hann altíð tað svarið, sum er rætt útfrá hansara sjónarmiðið, sum er so nógv stórri enn okkara.
Tá tann trúgvandi hevur álit á, at Guð er okkara kæri Faðir, sum er størri og sterkari enn alt, kann man hvíla í at Guð er bæði mentur og vil geva tað, sum er besta útfalli í hvørjari støðu. Man kann siga, at um vit seta alla heimssøguna upp í eina líkning við hundraðtals milliardum faktorum, har okkara støða er einans ein faktorur, tá vil tað vera ógjørligt hjá okkum at siga, hvat úrslitið er. Men Guð sær allar faktorarnar og veit tí, hvat úrslitið er. Hetta er ikki lætt at skilja og slett ikki, tá lívið er hart, men sum man lærir Guð betri at kenna, sær man, at Guð veti betri enn vit, og at Hansara vegur er størri enn okkara.
Guð er okkara kærleiksfulli faðir, sum vil okkum tað besta, og er mentur at gera langt meir, enn vit skilja. Tí kunnu vit við tryggleika biða “Faðir vár, tú sum ert í himlunum” tí hetta er útgangsstøðið til, hvussu vit koma fram fyri Hann. Tá man sær hendan stóra sannleikan í byrjanini av bønini, sum Jesus lærdi okkum, so broytir tað okkum heilt radikalt, so at vit boyggja okkum í virðing fyri, hvør Hann er, men kunnu samstundis við tryggleika nevna alt fyri Honum, sum elskar okkum yvir alt.