Fært tú hjálpt okkum leygardagin?

Ovara hæddin í kamarslonini í Leguhúsinum í Nesvík eru nærum liðug. Men, bara næstan. Skjótt fer Leguhúsið at fyllast við glaðum børnum og leiðarum til summarlegurnar.

Tí vóna vit, at nógv dugnalig fólk fáa komið til Nesvíkar leygardagin 19. juni, soleiðis at arbeiðið í kamarslonini kann verða gjørt liðugt. Fleiri fólk kunnu vera við, betur er tað.

Um tú vilt hjálpa okkum við durðakarmunum, at seta persiennirnar upp og nógvum øðrum, so kanst tú seta teg í samband við Sigvald Zachariasen á telefon 230076 ella Hans Jákup Hanen á telefon 225368.

LES EISINI  Novemberlegan: Seinasta freist at tekna seg sunnukvøldið
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina