Falskur Trúboðin profilur á Facebook steðgaður

Trúboðin er ein væl umtóktur miðil, og tað eru vit sjálvandi sera glað fyri. Men, týsmorgunin gjørdist tað tó eitt sindur ov nógv av tí góða. Ein falskur profilur, í okkara navni, dukkaði knappliga upp á Facebook, og byrjaði at venda sær til fleiri føroyingar.

Viðkomandi hevði stolið okkara búmerki, umframt myndir av páskakappingini, sum vit í løtuni hava á Facebook. Men, tá ið teksturin var á íslendskum, so funnu tey flestu skjótt útav, at talan var um svik. Tað sær út til, at fleiri brúkarar hava meldað profilin til Facebook. Í øllum førum hevur Facebook longu slettað profilin. Nú vóna vit, at hann ikki kemur aftur.

Stóra páskakappingin heldur fram til í morgin, tá ið vit kasta lut ímillum teir nógvu luttakararnar í kappingini. Hygg inn á Facebook og finn uppslagið, um tú ikki longu luttekur í kappingini.

LES EISINI  Heðin Arge í starv hjá Trúboðanum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina