Familjan Olofson aftur til Mongolia

Eftir meir enn eitt ár í Føroyum er Olufson familjan aftur ávegis til Mongolia. Eftir ætlan, so skuldu tey bert verða heima í nakrar mánaðari í summarferiu, men ein korona syrgdi fyri at upphaldið í Føroyum gjørdist væl longri enn ætla. Nú gleða tey seg, at sleppa til verka aftur í Mongolia.

Í gjár fóru Julianna og børnini avstað, meðan Silas fer nakað seinni, tí hann er í gongd við arbeið fyri Havrannsóknarstovuna.

Á møtinum í Emmaus í sunnukvøldið greiddi Julianna frá arbeiðnum í Mongolia, og takkaði fyri allan stuðul og forbøn. Atli Rasmussen, formaður í stýrinum í Emmaus, gav teimum eina heilsu og síðani var orðið givið frítt til at bera teimum eina heilsu.

Eisini framførdu Julianna og beiggi hennara, Heðin Askham.

Sí annars myndir frá møtinum í Emmaus sunnukvøldið.

Trúboðin ynskir familjuni góða ferð til Mongoliga og Guds signing í arbeiðnum har.

LES EISINI  Jóhannes og Kristiana í Glyvra Missiónshúsið sunnudagin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina