Familjulega 10-12 mars

Familjulega er aftur á skránni í Nesvík. Legan verður frá 10. til 12. mars. Familjulegan er eitt gott høvi hjá barnafamiljuni “at toga stykkið úr” eitt vikuskifti, og hugna sær saman við øðrum barnafamiljum. Eisini er áhugaverd og viðkomandi undirvísing frá Ann Mari Kjølbro á skránni, og ymiskt annað, bæði til gaman og álvara. Og ikki at gloyma tann góða matin sum man fær serveraðan alt vikuskiftið.

Til ber at tekna seg til leguna á: mission.fo/tilmelding  

Prísir:

Hjún                                                                   1.400 kr.

Hjún við einum barni                                      1.650 kr.

Hjún við tveimum børnum                            1.850 kr.

Hjún við trimum børnum                              2.050 kr.

Hjún við fýra børnum ella fleiri                    2.250 kr.

Ein vaksin                                                          700 kr.

Ein vaksin við einum barni                            950 kr.

Ein vaksin við tveimum børnum                  1.150 kr.

Ein vaksin við trimum børnum                     1.350 kr.

Ein vaksin við fýra børnum ella fleiri          1.550 kr.

LES EISINI  Nú er klárt at tekna seg til summarfamiljuleguna

Gestabarn                                                         250 kr.

Familjukamar í kamarslonunum                   500 kr.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina