Familjulega í Nesvík

Í døgunum 21.-24. juli verður summarfamiljulegan í Leguhúsinum í Nesvík, sum Eindin skipar fyri.

Kom við á summarfamiljulegu 21.-24. juli og hugna tær nakrar dagar og bjóða endiliga øðrum við.

Har fer at vera stuttleiki og hugni á skránni, spøl og kappingar. Eisini vera áhugatímar til tey vaksnu, sum Heri og Malan Kjærbo, og Rósa Danielsen koma at hava.

Familjulegan er eitt gott høvi hjá barnafamiljum “at toga stykkið úr” eitt vikuskifti og hugna sær saman við øðrum barnafamiljum. Og ikki at gloyma tann góða matin, sum man fær borðreiddan alt vikuskiftið.

Tilmelding fer fram á mission.fo/tilmelding

Prísir

1.680 krónur fyri hjún,

1.945 krónur fyri hjún við einum barni,

2160 krónur fyri hjún við tveimum børnum,

2375 krónur fyri hjún við trimum børnum

2590 krónur fyri hjún við fýra ella fleiri børnum 

Ein vaksin rindar 940 krónur,

Ein vaksin við einum barni rinda 1205 krónur,

Ein vaksin við tveimum børnum rinda 1420 krónur,

Ein vaksin við trimum børnum rinda 1.635 krónur,

LES EISINI  Umrokeringar í starvsfólkahópinum

Ein vaksin við fýra børnum ella fleiri rinda 1.850 krónur,

Hevur ein gestabarn við sær (børn afturat sínum egnu), rindar ein 265 krónur fyri hvørt.

Eitt kamar í nýggju kamarslonina kostar 850 kr.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina