Familjulega var farna vikuskifti

Farna vikuskifti var familjulega í Nesvík. Familjur úr øllum landinum komu til eitt kavaklætt Leguhús, og eitt vikuskifti fylt av hugna, spæli, góðan mat og Guds Orði.

Tað var góð tíð til at sita og práta og hugna sær. Eisini var ymiskt spennandi á skránni. Fyrrapartin leygardagin hevði Ann Mari Kjølbro ein tíma undir evninum “Jesus við í familjuni” fyri teimum vaksnu. Hesa løtuna vóru børnini til barnaansing. Kalda, men vakra og stilla kavaveðrið, varð eisini nýtt og var eitt av hæddarpunktunum á leguni, kapping um at gera vakrasta kavamann. Nógvir flottir og kreativir kavamenn vórðu gjørdir. Aftaná vóru nýbakaðir bollar og heitt kaka at fáa í matarhøllini. Ovast í greinini, ber til at síggja myndir frá kavamannakappingini og spæli í kavanum.

LES EISINI  Leguhúsið skal hava nýggjan húsavørð
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina