Familjulegan avlýst

Tíverri verður tað eisini neyðugt at avlýsa tí væl umtóktu familjuleguna, sum skuldi vera 19.-21. februar í ár.
Familjulegan plagar vanliga at fylla Leguhúsið í Nesvík, og tað eru vit sera glað fyri. Í løtuni kann man ikki samlast orsaka av korona, og tí verður legan avlýst.

Nú fleiri og fleiri fáa vaccinuna, so byrja vit at hóma eitt lítið ljós í endanum av tunnelini. Hetta hevur verið ein avbjóðandi tíð uttan legurnar í Nesvík, men vit vóna og vænta, at vit kunnu halda ta væl umtóktu summar familjuleguna frá 23-25. juli. Tað gleða vit okkum til!

LES EISINI  Sat7 sendir skúlaundirvísing
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina