Familjulegan er fullteknað

Síðsta vikuskiftið í februar er familjulegan í Leguhúsinum í Nesvík, sum Eindin skipar fyri; tað er familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Áhugin hevur seinastu árini verið nokk so støðugur, men í ár hann væl størri, og nú er fullteknað, rúma tíð áðrenn leguna. Tilsamans hava 36 familjur teknað seg, tað eru 159 fólk, umframt fyriskiparar og kokkar.

Evnið á leguni í ár er “Hvør er mín fyrimynd?”, og tað verða tveir áhugatímar, sum snúgva seg um tað. Eisini verður familjumøti, hugnaløta og familjugudstænasta á skránni, umframt góð tíð og góðar umstøður til at slappa av, spæla saman og hugna sær á annan hátt.

LES EISINI  Familjulegan avlýst
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina