“Hvør er mín fyrimynd?” Familjulega síðsta vikuskiftið í februar

Nú er klárt at tekna seg til familjuleguna, sum verður 22.-24. februar í Leguhúsinum í Nesvík. Legan er fyri barnafamiljur, og endamálið við leguni er at geva familjunum eitt hugnaligt, avslappandi, stuttligt og uppbyggjandi vikuskifti fyri ein sømiligan kostnað.

Evnið á leguni í ár er “Hvør er mín fyrimynd?”, og tað koma tveir áhugatímar at snúgva seg um. Hanus á Gørðum prestur, hevur ein áhugatíma við yvirskriftini “Pápin og spegilin”, og Inga Símunarson, heilsusystir, hevur ein áhugatíma um “At vera fyrimynd”. Eisini verður familjumøti, hugnaløta og familjugudstænasta á skránni, men dentur er eisini á at hava eina “luftiga” skrá, har góð tíð er til hugna, spæl og avslapping. Serligar hugnaløtur eru fyri børn í junioraldri, og tá foreldrini eru til áhugatíma, er barnaansing.

So her er gott høvi hjá barnafamiljuni at seta tíð av til bara at vera saman, njóta hvør annan og fáa tað mesta serverað, uttan at hugsa um tær dagligu uppgávurnar.

LES EISINI  Maria volontørur hjá SIMBA og EINDINI restina av árinum

Kostnaður fyri leguna er:
– Fyri støk 700 krónur
– Fyri hjún 1300 krónur
– Fyri børn 200 krónur
Tó í mesta lagi 1700 krónur fyri alla familjuna!
– Hevur ein familja “gestabarn/børn” við sær, gjalda tey 200 krónur fyri hvørt. (Og mestiprísur hækkar av tí sama.)

Tekning fer fram her, og legan verður rindað samstundis.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina