Familjulegu 19.-22. juli

Kom við á summarfamiljulegu 19. – 22. juli og hugna tær nakrar dagar. Bjóða endiliga øðrum við.

Frá fríggjadegnum 19. til mánadagin 22. juli verður summarfamiljulegan í Leguhúsinum í Nesvík, sum Eindin skipar fyri.

Familjulegan er full av stuttligum løtum til alla familjuna. Vit hava góða tíð at hugna okkum saman við egnari familju og vinfólkum. Góður møguleiki er at knýta nýggj vinarbond, serliga hjá børnum.

Tað fer at vera stuttleiki og hugni á skránni, spøl og kappingar. Eisini vera áhugatímar til tey vaksnu, sum Sólrun & Vagn Foldbo og  Jónfríð & Jørmund Foldbo koma at hava.

Og ikki at gloyma tann góða matin, sum verður borðreiddur alt vikuskiftið. Reint luksus.

Tilmelding fer fram á mission.fo/tilmelding

Prísir

1800 krónur fyri hjún,

2125 krónur fyri hjún við einum barni,

2400 krónur fyri hjún við tveimum børnum,

2675 krónur fyri hjún við trimum ella fleiri børnum

Ein vaksin rindar 900 krónur,

Ein vaksin við einum barni rinda 1225 krónur,

LES EISINI  Familjulega var farna vikuskifti

Ein vaksin við tveimum børnum rinda 1500 krónur,

Ein vaksin við trimum ella fleiri børnum rinda 1.775 krónur,

Hevur ein gestabarn við sær (børn afturat sínum egnu), rindar ein 275 krónur fyri hvørt.

Eitt kamar í nýggju kamarslonini kostar 850 kr.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina