Familjulegu 7. – 9. mars

Komið við á familjulegu 7. – 9. mars og hugna tykkum eitt vikuskifti.

Familjulegan er full av stuttligum løtum til alla familjuna. Tað verður góð tíð at hugna sær saman við egnari familju og vinfólkum. Góður møguleiki er at knýta nýggj vinarbond, serliga hjá børnum.

Tað fer at vera stuttleiki og hugni á skránni, familjumøti, spøl og kappingar. Eisini verður áhugatími á skránni til tey vaksnu, sum Ovi Brim fer at hava, við evninum “”…og við tað at tit læra tey..”. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina