Fantastiskt!

– Tað er fantastiskt at síggja so mong fólk samankomin her! Orðini koma frá einum vælnøgdum presti, Marjuni í Kálvalíð, sum sjálv er annar av høvuðsfyriskiparunum til tvørkirkjuliga tiltakið, Samkirkjudagar 2022. Hetta er fyrstu ferð, Samkirkjudagar verða skipaðir her á landi, so tað hevur verið spennandi at fylgja við í, hvussu undirtøkan fór at verða til mongu tiltøkini.

Marjun í Kálvalíð greiðir frá, at hon sum heild er vælnøgd við undirtøkuna, hóast ávís tiltøk hava verið heldur lítið vitjað, eitt nú bókaframsýningin og listaframsýningin. Men onnur tiltøk hava verið sera væl vitjað, ikki minst útikonsertin leygarkvøldið, har fleiri listafólk tóku ímóti teim fleiri hundrað luttakandi áskoðarunum. Tú kanst síggja filmsbrot og myndir frá konsertini omanfyri hesa grein.

LES EISINI  Ovi Brim verður próstur í Fólkakirkjuni
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina