Farsóttin setur forfylgd kristin í enn størri vanda

Mikudagin kom felagsskapurin, Open Doors, út við teirra árliga lista yvir tey 50 londini í heiminum, har kristin verða forfylgd mest orsaka av teirra trúgv. Og ikki óvæntað, so hevur Korona farsóttin havt sína ávirkan á listan.

Granskarnir, handan frágreiðingina, greiða frá at kristin í stórum parti av Asiu, umframt nøkrum londum í Afrika, eru noktaði atgongd til neyðhjálpina, sum restin av fólkinum fingu. Hetta er galdandi t.d. í India, har hinduistiski meirilutin noktaði teimum kristnu, sum stóðu í kø til at fáa mat. – Hendan alheims farsóttin hevur gjørt forfylgingina av kristnum enn meiri týðiliga enn nakrantíð, tí so nógv menniskju hava tørv á hjálp, greiða granskarnir frá, sum sláa fast, at tann stórar diskriminatiónin og kúganin av kristnum í 2020 ikki má gloymast, eisini tá Covid-19 kreppan er av.

Á nøkrum økjum hevur farsóttin eisini havt nakrar batar við sær ymsastaðni í heiminum. Í einari tíð, har man ikki torir at savnast, og als ikki torir at koma ov tætt saman, hevur tað havt við sær at kristin í minni mun eru vorðin útsett fyri kropsligum harðskapi.Tað hevur eisini verið lættari hjá kristnum at sleppa undan at luttaka í lokalum ritualum og religiøsum festivalum. Tey tiltøkini hava sum oftast verið avlýst.

Fokus á forfylging
Á Trúboðanum vilja vit í 2021 seta eitt serligt fokus á okkara forfylgdu brøður og systrar runt umkring í heiminum. Í ár fara vit tí, umleið einaferð um vikuna, at seta fokus á kristin í einum landi á World Watch List. Vit vóna at tit vilja hjálpa okkum at biða fyri teimum forfylgdu.

Men annars hevur Open Doors ikki nógv positivt at siga um 2020. Í flestu londum er hend ein sterkari nationalisering av trúnni hjá meirilutanum av fólkinum í landinum, og tað hevur gjørt tann kristna minnilutan enn meiri útsettan. Í India er tað vorðið alsamt meiri vanligt at hugsa, at ein ikki er ein rættur indari um ein ikki eru Hindu. Á sama hátt í Turklandi, so verður man ikki mettur sum ein rættur turkari um ein ikki er muslim. Er ein kristin í slíkum londum, so er stórur møguleiki fyri at verða mettur, sum ein fíggindi hjá fólkinum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina