Fatanardýpið

Tað, sum eg geri, skilir tú ikki nú; men seinni skalt tú skilja tað.”

Jóh 13,7

Tað er okkara ormur, at vit ikki vilja skilja. Vit eru firtin um tað, vit ikki skilja. Tí er tað ein av teimum vanligu atfinningunum móti tí kristnu trúnni: jú, men eg skilji ikki … at Gud, um hann er kærleiksfullur, loyvir, at fólk í milliónatali, svølta. Eg dugi ikki skilja, at Gud, um hann er altvaldandi, ikki ger enda á øllum bardøgum … atfinningin, er ósonn. Vit smæðast ikki at eta væltilgjørda føði tríggjar ferðir um dagin, hóast eg ikki skilji, hvussuleiðis breyð og góðar kjøtsteikir og rullupylsa verða hold og blóð í mær, hugsanir og gerningar. Mangt er, vit ikki duga fata; men hóast vit skilja tað ella ei, so mugu vit liva í tí. Eg skilji ikki menniskjunnar óndskap, sum tíðindabløð dagliga boða frá, stuldur, innbrot, morð, ávirkaðir bilførarar, ið koyra á vegunum. Hesum eri eg noyddur at liva við. Hesir eru landsmenn mínir.

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 25

Pætur skilti ikki, hví Jesus tváaði føtur hansara: “Ongantíð á ævini skalt tú tváa føtur mínar!” segði hann.

Nú er tað satt, at henda hugin at skilja, hevur Gud sjálvur givið okkum. Allar uppfinningar, øll framstig koma, tí tað er okkum í holdið borið at seta spurningar: hvussu kann hetta og hatta bera til? Eg vil hava greiði á, gjøgnumskoða tað!

Tað eru tvinnir lutir, ið eru okkum torskildir. Tað er týdningarmikið at viðganga tað. Her á jørðini er tað fyri tað fyrsta – tað ónda. Tað ónda er okkum her á jørðini ein torskild gáta, ið plágað hevur alla mannættina so langt aftur, sum vit kunna hóma.

Fyri tað næsta, so er tað Gud okkara á himli. Hann fara vit ongantíð at skilja. At hann hevur elskað okkum og givið okkum tað kærasta, hann átti; fyri okkum – ófatiligt. Tað nærmasta vit kunnu koma hesum, er at undrast.

“Hvar Gud vil glaður fari eg, hann ikki eg, skal ráða; hann veit best sjálvur tíð og veg, hann vil meg altíð náða. Gud vil meg føra heim ti sín, tí er so tryggur hugur mín, eg á hans miskunn líti.” Slb. 37,1

LES EISINI  Hvíludagur

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina