Fundur fyri kirkjuráðslimir og kirkjutænarar í Eysturoynni sunnudagin
Sum siður hevur verið í nógv ár, verður kirkjufundur fyri kirkjuráðslimir og kirkjutænarar (deknar, urguleikarar og klokkarar) í Eysturoynni seinasta sunnudag í kirkjuárinum, sum í ár er 25. november. Í ár verður kirkjufundurin á Strondum.
Byrjað verður við altargangsgudstænastu í Sjóvar kirkju klokkan 17.00, har Símun Persson Jacobsen, prestur, prædikar. Flestu av hinum prestunum í Eysturoynni fara eisini at virka við til gudstænastuna.
Eftir gudstænastuna verður døgurði í bygdahúsinum á Strondum fyri kirkjuráðslimir og kirkjutænarar.
– Umleið 170 fólk hava teknað seg til borðhaldið. Jógvan Fríðriksson, biskupur, fer at hugleiða, og ætlanin er eisini at fáa onkran sangbólk ella solist at syngja. Og so syngja vit sjálvandi nakrar felagssangir eisini, sigur Símun Persson Jacobsen.
Gudstænastan er almenn, men borðhaldið er bert fyri kirkjuráðslimir og kirkjutænarar.