Felagsgudstænasta verið í Lívdini

Týskvøldið 19. apríl kl.19.30 varð árliga felagsgudstænastan hjá kirkjum og samkomum í Lívdini í Hoyvík. Tiltakið eydnaðist væl og salurin var so at siga fullsettur.

Umframt Lívdina vóru hesar kirkjur og samkomur umboðaðar: Katólska kirkjan, Fólkakirkjan, Adventkirkjan, City Church, Filadelfia, Frelsunarherurin, Oasan og Immanuel og allir hesir luttakarnir fingu høvi at bera fram teirra boðskap gjøgnum sang, tónleik, upplestur ella talu.

Savnað varð inn til neyðstødd í Ukraina.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina