Filmsbrot: SAT-7 sunnudagsskúlin í Nesvík 28. apríl

Tá stóri felagssunnudagsskúlin var í nýggju høllini í Nesvík 28. apríl, tók Iktus tiltakið upp. Tiltakið varð víst á Iktus um vikuskiftið og ber nú til at síggja her. Rita Elmounayer, stjóri á altjóða kristiligu sjónvarpsrásini SAT-7, greiddi børnum og vaksnum frá arbeiðnum hjá SAT-7 og Malan Kjærbo tulkaði til føroyskt. Eisini sungu bæði felagskórið frá Sangfagnaðinum seinasta heyst og eitt felags barnakór við børnum úr Sørvági, av Strondum og Toftum.

LES EISINI  Ein innbjóðing til at gerast mannafiskari
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina