Filmur um Ku Klux Klan lim og veg hansara til Jesus og eitt nýtt lív

Í biografum í USA verður skjótt møguleiki at síggja heimildarfilmin “Burden”. Hann snýr seg um ein týðandi lim í Ku Klux Klan, hvørs lív varð fullkomuliga broytt gjøgnum eitt vinarlag við ein svartan prædikumann, sum hann frammanundan ætlaði at drepa.

“Burden” snýr seg um Michael Eugene Burden Jr., sum í 1996 lat upp handilin “Redneck Shop and Klan Museum” í Laurens í statinum South Carolina, har hann seldi útgerð til Ku Klux Klan (KKK), íroknað eyðkennisbúnarnar við teimum eyðkendu hvítu hettunum og eisini myndir av drápum.

Men lívið hjá Michael Eugene Burden Jr. varð fullkomiliga broytt. Fyrst hitti hann eina  kvinnu, sum sannførdi hann um, at hann skuldi slíta sambandið við KKK. Eftir hetta seldi hann handil sín til tann svarta prestin David E. Kennedy.

Tað østi fyrrverandi klan-brøðurnar hjá Burden upp, at hann seldi handilin, og teir svóru hevnd. Í tí lítla býnum hevði KKK so stórt vald, at Michael Burden skjótt misti sítt starv. Presturin Kennedy gjøri av at hýsa sínum fyrrverandi fígginda, konu hansara og syni hennara.

LES EISINI  Ein í rúgvuni

Fyri prestin og hansara meinigheit var hetta ein roynd í at vísa dirvi, kærleika og fyrigeving – og  fyri fyrrverandi limin í KKK gjørdi tað, at hann kom til trúgv á Jesus. Michael Burden varð seinni doyptur av tí svarta prestinum.

Eitt brot úr filminum vísir ta løtuna, tá Kennedy prestur fevnir Michael Burden og sigur við teir ivasomu limirnar í meinigheitini: “Eg síggi hann sum ein bróður í Kristi”.

Seinni biður Michael Burden meinigheitina um fyrigeving og leggur afturat, at hann eisini vónar at fáa fyrigeving frá Gudi. Sera hóskandi hoyrist sálmurin Amazing Grace í hesum filmsbrotinum.

Filmurin er leikstjórnaður av Robbie Brenner og Andrew Heckler. Millum sjónleikararnar eru Forest Whitaker, Garrett Hedlund og Grammy-vinnarin Usher Raymond. Filmurin varð frumsýndur á Sundance filmsfestivalinum í 2018, har hann vann U.S. Dramatic Award.
Filmurin “Burden” er bygdur á bókina “Burden: A Preacher, a Klansman, and a True Story of Redemption in the Modern South” eftir Courtney Hargraves og er frá 2018.

LES EISINI  Hann fyrigevur okkum syndirnar

Niðanfyri er lýsing fyri filminum:

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina