Fimm bønir úr Bíbliuni

Bøn er tøkk og bøn er gleði. Men bøn er eisini samtala við Gud. Her eru fimm bønir úr Bíbliuni.

1. Náða meg, Harri

    Harri, vend oyra títt til og mær svara, tí armur og eymur eg eri. Varða tú lív mítt, tí eg eri trúgvur, bjarga tænara tínum, ið á teg lítur! Náða meg, Harri, tú ert mín Guð, tí allan dagin eg á teg kalli! Gleði tú sál veiti tænara tíns, tí, Harri, til tín eg sál mína hevji! Tí tú, Harri, ert góður og várkunnsamur, ríkur av náði móti øllum, ið á teg kalla!
    Sálmur 86,1-5

    2. Harrin er klettur mín

      Harrin er klettur mín og virki, hann ið bjargar mær; Gud er helli mítt, har ið eg fái lívd, skjøldur mín og mítt frelsuhorn, háborg mín og høli, frelsari mín, ið bjargar mær frá yvirgangsverki! Lovaður veri Harrin, svá ljóðar róp mítt, frá fíggindum mínum veri eg bjargaður.
      Seinna Sámuelsbók 22,2-4

      3. Fyrigev okkum skuldir okkara

        LES EISINI  Neyð lærir fólk at biðja

        Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt, verði vilji tín sum í himli so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa.
        Matteus 6,9-13

        4. Bjarga mær, Gud

          Bjarga mær, Gud, tí vøtnini vilja meg køva! Eg eri sokkin í botnleyst díki, og einki er fótafesti. Eg eri farin í vatndýpið niður, og flóðin yvir meg skolar. Eg havi rópt meg móðan, mínir kvørkrar brenna, míni eygu eru tærd av at bíða eftir Gudi mínum.
          Sálmur 69,2-4

          5. Lovaður veri tú, Harri

            Lovaður veri tú, Harri, Gud Ísraels, faðir várs frá ævum og um allar ævir! Tær, Harri, hoyrir tignin til og mátturin, heiðurin, æran og dýrdin, tí at alt er títt bæði á himni og á jørð; og títt, Harri, er ríkið, og tú ert hevjaður sum høvur yvir øllum! Frá tær kemur eyður og hátign, og øllum tú valdar; í tíni hond er megi og máttur, í tíni hond tað stendur, hvør ið skal vera mikil og máttugur; tí tignum vær teg, vár Gud, og lovsyngjum tínum dýrdarríka navni.
            Fyrra Krýnikubók 29,10b-13

            Spurningar
            Í løtuni eru ikki spurningar til greinina