Fimm spurningar til Jenis av Rana, landsstýrismann, um forfylgd kristin

Um miðjan februar legði Open Doors Føroyar fram ársins World Watch List fyri biskupi og eini røð av landsins leiðandi politikarum. Her varð sjóneykan sett á nakrar av teimum avbjóðingum, sum 340 milliónir forfylgd kristin hava í teirra gerandisdegi. Trúboðin var við til tiltakið, og vit hava síðani sett Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, fimm spurningar. Her kanst tú lesa hansara svar uppá spurningarnar.

1: Hvat heldur tú um tað, tú hoyrdi í sambandi við tiltakið?

Fyrst fyllir sorgin meg, tá eg hoyri um hesar ræðuleikar, sum raka okkara kristnu systkin runt heimin. Tað kundi verið eg, tað kundi verið tú. Men vit hava, framum so mong, tann óuppiborna forrætt at vera fødd í einum parti av heiminum, har onnur hugsan um mannarættindi er ráðandi. Ikki tí, forfylging av trúgvandi er eisini á okkara leiðum, men tó meira listinlærd, og ikki á sama hátt statsstýrd, sum í mongum londum. Og sjáldsamt er á okkara leiðum, at hon krevur lív.

LES EISINI  Nýggjur sangur frá Signari á Reynatrøð: Ímillum milliónir

Síðani kemur undranin yvir hví kristin, hvørs grundleggjandi ynski og atferð m.a. eru friður og næstrakærleiki, eru so hataði og forfylgd runt heimin. Hví fáa hesi menniskju, sum bert hugsað um at gera væl, ikki frið? Hagtøl vísa tíverri, at 70 til 80 % av heimsins forfylgdu verða forfylgd vegna teirra kristnu trúgv.

2: Hava vit sum land og fólk skyldu at hjálpa forfylgdum kristnum? Hví (ikki)?

Ja, ábyrgd okkara, sum eru so spard og vard, er greið og orð Guds minnir okkum á, at vit eiga at veita hjálp av okkara yvirflóð, taka okkum av teimum fremmandu, at biðja fyri teimum líðandi og við kundu hildið á. M.a. lesa vit um fyrstu trúgvandi, hvussu hesi sendu hjálp til kristnu systkin teirra í fjarskotnum støðum, tá tey frættu um at hesi liðu neyð.

3: Sambært World Watch List 2021 verða meira enn 340 milliónir kristin forfylgd. Tað er sjálvandi nógv fleiri enn Føroyar megna at hjálpa. Hvat leggur tú dent á, tá tú skal raðfesta hvørji kristin skulu fáa hjálp?

Vit í Føroyum eru so heppin, at ein stórur hópur av trúgvandi føroyingum starvast runt heimin í tænastu Guds og í góðgerandi felagsskapum. Nøkur boða boðskapin og veita bæði neyð- og menningarhjálp samstundis í londum, har bæði andalig og tímulig neyð leikar á. Hesi kalli eg eisini ambassadørar Føroya, og vit gleðast yvir at hoyra frá royndum teirra. Meira enn nakar alheims hjálparfelagsskapur vita hesir føroyingar neyvt at siga frá, hvar og hvussu hjálp okkara gera mun. Og eg síggi tað vera ein fyrimun at kunna veita partar av hjálpini eftir umvegis hendur og hjørtu teirra.

LES EISINI  Tey kristnu á Sri Lanka stúra framvegis eitt lítið ár eftir yvirgangsálopini

4: Tað varð upplýst á tiltakinum, at landsstýrið í 2020 hevði játtað pengar til arbeiðið hjá Open Doors. Hvørjar vóru ætlanirnar við hesi gávu?

Peningurin, sum verður játtaður á landsins fíggjarlóg, verður játtaður víðari eftir neyvum treytum. Tey, ið søkja, nýta skjøl, sum krevja upplýsingar um hvussu, hvar, hvat v.m. peningurin er ætlaður til. Ein fimmmanna nevnd kannar síðani hvørjar umsóknir lúka treytirnar og við- ella frámælir landsstýrismanninum at veita stuðul.

5: Eru tað ítøkiligar ætlanir um at veita fíggjarligan stuðul til forfylgd kristin tey komandi árini?

Tíverri bendir einki á, at atsóknirnar fara at minka. Hartil kemur, at støðan við koronu í dag er sum steinur oman á byrðu teirra forfylgdu. Tí vóna vit eisini í ár at fáa umsóknir frá felagsskapum og einstaklingum, sum vita um og ynskja at verða við til at veita forfylgdum, trúgvandi og ikki, hjálp av tí ríkidømi, sum land og okkara er so vælsignað við.

LES EISINI  – Vert at seta lívið í váða fyri at gera tað rætta
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina