Fleiri enn 100 konfirmantar og ung til pizza í Meinigheitshúsinum í Havn

Hvørt hóskvøld kl 20 er ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum í Havn, men hesa vikuna var serstakt. Salurin var á tremur við fleiri enn 100 ungum, sum aftaná møti vóru boðin til pizza, spæl og hugna. 

Tað hevur leingi verið siður, at ungdómsarbeiði í Meinigheitshúsinum tvær ferðir árliga bjóðar konfirmantum til pizza-kvøld. Hesuferð vóru umleið 50 konfirmantar úr Vesturkirkjuni og Argja kirkju á vitjan, umframt tey ungu, sum vanliga koma á ungdómsmøti. 

Jórunn Mohr Viderø, sum eisini situr í ungdómsleiðsluni, hevði eina andakt, umframt at lovsangur var á skránni. Við hesum fingu ungu konfirmantarnir ein smakk fyri, hvussu tað er at vera á ungdómsmøti.

Aftaná varð borðreitt við pizza, umframt at skipa var fyri undirhaldi og spølum, har tey ungu hugnaðu sær óført.

LES EISINI  Børkop Højskole hevur enn nøkur tøk pláss eftir til 2025
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina