Fleiri enn 30 juniorar til juniormøtið á Strondum.

Eg var á vitjan í Missiónshúsinum á Strondum síðsta hóskvøld. Har var juniormøti. Junior, sum er fyri børn frá 5. flokki, hevur verið á Strondum í nógv ár, og tað sera væl dámt. Tað eru nógvir juniorar, ið koma saman hvørja ferð.

Á skránni hesuferð var ein tala frá Bartal Danielsen, nakrir sangir og ein spurnarkapping. Aftaná fingu juniorarnir ís.

Á Strondum er junior í Missiónshúsinum hvørt hóskvøld klokkan 19.00, men junior er ikki bara á Strondum. Juniorarbeiðið er eisini í øðrum bygdum um alt landið.

Í Tabor á Toftum er junior annaðhvørt mánakvøld klokkan 19.00, og tað byrjar aftaná heystferiuna.

Í KFUM&K í Klaksvík er junior hóskvøld klokkan 17.30.

Í Missiónshúsinum í Leirvík eitur tiltakið Y.E.S. (Young Exited Soldiers), men er fyri juniorar. Y.E.S. er hvørt hóskvøld klokkan 19.00 til 20.40. Ein bussur kemur eftir børnunum úr Gøtu klokkan 20.50.

Junior í vágunum er Týskvøld klokkan 19, men er ikki byrjað aftur enn.

LES EISINI  Juniorar trívast á Strondum

Sí myndir frá junior á Strondum omanfyri.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina