Fleiri legur fullteknaðar, aðrar fyllast

Seinastu mongu árini er undirtøkan til summarlegurnar hjá SIMBA (barna- og juniorarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini) vaksin hvørt ár, og í ár er einki undantak. Fleiri av legunum vórðu skjótt fullteknaðar, og somuleiðis eru bíðilistarnir til fleiri av legunum fullir.

Her er eitt yvirlit yvir legurnar og undirtøkuna: (uppgjørt í gjár)

  • 7.-8. flokkur Wild Life 21. – 23. juni         FULLTEKNAÐ (eingin bíðilisti)
  • 2.-3. flokkur í Nesvík 28. juni – 2. juli      FULLTEKNAÐ (bíðilisti eisini fullur)
  • 3.-4. flokkur í Nesvík 4. – 8. juli                 25 PLÁSS EFTIR
  • 4.-5. flokkur í Nesvík 11. – 15. juli              FULLTEKNAÐ (bíðilisti eisini fullur)
  • 6.-7. flokkur í Nesvík 18. – 22. juli             FULLTEKNAÐ (15 pláss eftir á bíðilista)
  • 2.-5. flokkur á Giljanesi 28. juni – 2. juli  39 PLÁSS EFTIR
  • 2.-5. flokkur í Porkeri 2. – 5. juli                17 PLÁSS EFTIR
LES EISINI  Wild Life er nakað heilt serligt!

Tekning fer fram her (ein rindar samstundis).

Fyri flestu legurnar er kostnaðurin 645 krónur. Tó kostar Wild Life 400 krónur fyri hvønn. Til allar legurnar fáa systkin avsláttur. Eru tvey systkin, fáa tey 40 krónur í avsláttri hvør, trý systkin ella fleiri fáa 80 krónur hvør í avsláttri.

Tekningarfreistin er 20. juni.

Onnur tiltøk í summar

Umframt nevndu legur eru onnur tiltøk í Leguhúsinum í Nesvík í summar.

Familjulega er 23.-26. juli. Har er enn gott pláss at tekna seg.

Ungdómslega fyri 8.-10. flokk er 4.-8. august.

Ungdómslega fyri 17 ára gomul og eldri verður vikuskiftið 16.-18. august, beint áðrenn skúlarnir byrja aftur.

Og bíbliuskeið verður 22.-25. august.

Hesi tiltøk verða lýst hvør sær.

Harumframt kunnu vit nevna sangfagnaðin, sum er seinna vikuskifti í heystfrítíðini, 17.-20. oktober.

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina