Fleiri missiónsvikur flyta út á netið

Korona broytir nú eisini eina av teimum mest grundleggjandi siðunum í Heimamissiónini. Í nógvum bygdum eru missiónsvikurnar noyddar at haldast øðrvísi enn vanligt.

Meðan nøkur mugu avlýsa, hava onnur fingið møguleikan at flyta missiónsvikuna út á netið. Frá í kvøld og fram til sunnudagin ber til at fylgja við missiónsvikuni í Leirvík á teirra facebooksíðu. Ætlanin er, at missiónsvikurnar á Skála, Toftum og Strondum verða sendar á Trúboðanum.

LES EISINI  Effata
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina