Kríggj í Ísrael: Fleiri føroyingar boða frá, at tey hava tað gott

Fráboðanin um fleiri dripin og særd hoyrast eftir at Hamas tíðliga í morgun trongdi seg inn í Ísrael, har tey úr koyrandi bilum framhaldandi skjóta eftir bæði sivilum og herðfólki. Samstundis byrjaði Hamas eitt størri rakettálop á landið.

– Tað hevur týdning at siga, at tað ikki eru menniskju í Gaza, sum eru okkara fíggindar. Tað er Hamas, sum er okkara fíggindi. Vit eru í kríggi ímóti Hamas, sigur ísraelski sendimaðurin, David Akov, við TV2 News. Vit hava rætt til at verja okkara fólk, og tann rætt vilja vit nýta nú eins og vit fyrr hava gjørt. David Akov ger eisini greitt, at Hamas ikki arbeiðir einsamalt, men er stuðlað av Iran.

Føroyingar hava tað gott

Fleiri føroyingar eru í Ísrael, og Trúboðin hevur havt samband við nakrar teirra. Tey siga øll, at tey hava tað gott og eru í tryggum umstøðum.

Dann Johannesen og Elsba Østerø eru í Det Danske Hus í Poriya, har millum annað lærusveinaskúlin hjá Ordet og Israel heldur til.

LES EISINI  Summarbíbliuskeið í Ísrael

– Vit hava tað gott her, sigur Dann. Vit skuldu á ein túr í dag oman til, har Dávid drap Goliat, men tað er avlýst, so vit eru bara heima í dag.

Eisini Kartin Høgnesen boðar frá, at hann hevur tað gott og trygt.

Trúboðin hevur ikki havt samband við Heidi og Erland Tvørfoss, sum seinastu 7 vikurnar hava verið í Ísrael við Ordet og Israel. Men tað hevur KVF. Hoyr samrøðu við Heidi her. Erland Tvørfoss nevnir í eini Facebook dagføring, at júst í hesum døgum eru tað 50 ár síðan Yom Kippur kríggið byrjaði, og at tað møguliga er ein av orsøkunum til, at Hamas lýpur á júst nú.

– Vit biðja fyri friðinum í Ísrael, sum jødarnir so gjarna vilja hava og eisini fyri teimum óseku arabarunum, sum gerast offur fyri at búgva í Gaza geiranum, har yvigangsfelagsskapir ikki virða lívið hjá teimum, endar Erland Tvørfoss við at skriva á síni dagføring á Facebook.

LES EISINI  Fyrilestur: Sertøða Ísraels

Tað verður heitt á okkum at biðja fyri tryggleika yvir okkara landsfólk, eins og vit eisini vilja eggja til at biðja fyri friði í Ísrael.

Eisini skal nevnast, at Børkop Háskúlin, sum gjøgnum árini hevur havt nógvar føroyskar næmingar, eisini er í Ísrael í hesum døgum. Eisini verður boðað frá, at næmingarnir júst nú hava tað gott. Skúlin eggjar eisini til, at man biður um frið og fyri næmingum og starvsfólki hjá skúlanum í landinum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina