Floyt, dútt. Tað er sunnudagsskúli.

Fyrrapartin sunnudagin stóðu umleið 40 bilar við glaðum og spentum børnum og vaksnum á parkeringsplássinum sunnanfyri Glyvra kirkju. Tað var fyrsti sunnudagsskúli í langa tíð.

Tað varð sungið og floytað óført við til sangirnar, ið Christian Joensen og Bodil Hansdóttir Heimustovu sungu og spældu. Bodil fortaldi eisini um ein lítlan drong, ið einaferð hevði fingið ein matpakka við fimm breyðum og tveimum fiskum, sum hann gav Jesusi, so hann kundi føða minst 5000 fólk.

Á skránni var eisini ein spurnarkapping. Jóhan Danielsen spurdi eina rúgvu av spurningum, sum man kundi svara ja ella nei til við at rætta antin eitt grønt ella reytt papír út gjøgnum bilrútin. Svaraði man rætt, slapp man víðari til næsta spurning. Tað tók ein løtu, áðrenn ein hvítur bilur í tí eina horninum kundi floyta, tí hann hevði vunnið kappingina.

Sunnudagsskúlin endaði við bøn, og síðani ringdi kirkjuklokkan biðisløgini.

LES EISINI  100 fólk til familjutiltak á Fossánesi
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina