Føðingardagur, familjumøti og missiónsvika

Í dag, 13. februar, byrjaði missiónsvikan í Tabor á Toftum við familjumøti kl.14. Uppmøtingin var góð tí umleið 180 fólk møttu, og tað er óivað tað mesta síðani koronaavmarkingarnar byrjaðu í mars 2020.

Jaspur Langgaard talaði og Póla á Sondum hevði spurnarkapping. Fleiri sangir vóru sungnir har sangarar og  tónleikarar úr meinigheitini luttóku.

Aftaná vóru øll bjóða til drekka í kjallaranum, har lagkøka og annað gott var til matna, nú missiónshúsið fylti 28 ár.

Bókasølan, sum vanliga er í gongini er flutt upp í ovaru loftstovuna, meðan missiónsvikan er, og úrvalið er størri.
Kunngjørt var eisini, at nýggja lyftin er liðug og tikin í nýtslu. Hon gongur úr kjallaranum og upp á loftið, so nú kunnu fólk nýta lyftina millum tríggjar hæddir, um tey hava tørv á tí.

Fólk fegnast eisini um tey fimm nýggju vesini í kjallaranum, harav eitt er til fólk við breki; og um báðar brúsurnar.  

LES EISINI  Missiónsvikan 2024 í Hósvík

Missiónsvikan heldur fram alla komandi viku við møtum kl.19.30.
Leygardagin 19. feb. verður morgunmatur og bíbliutími kl.10. og barnamøti kl.16.
Sunnudagin 20. feb. verður sunnudagsskúli kl.15. og møtið kl. 19. 
Missiónsvikufaldari við skránni er borðin út í húsini.

Øll eru hjartaliga vælkomin til møtir og onnur tiltøk í Tabor.
Meiri fæst at vita á heimasíðuni, har eisini ber til at fylgja stroymingini av møtunum á www.tabor.fo.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina