Fokus á relatiónir og samstarv

Tað er nærum vorðin ein siðvenja at limir frá teimum lokalu stýrunum í missións- og meinigheitshúsum hava fund við høvuðsstýrið hjá Heimamissiónini eftir summarfrítíðina. Í ár er onki undantak, og mikukvøldið vóru umleið 40 møtt upp til fund í Tabor á Toftum.

Í ár var sjóneykan sett á relatiónir og samstarv. Fyrsti partur var um relatiónir millum missiónsfólk og kirkjuna.

Símun Persson Jacobsen hevði eina framløgu, og eftir tað var møguleiki fyri práti og spurningum. Fólk gleddust um, at vit sum missiónsrørsla framvegis standa saman við fólkakirkjuni í kall og tænastu. Tá vit hyggja yvir á grannalondini hjá okkum, so síggja vit eina upploysn, sum vit her eru spard fyri.

Eftir eina góða máltíð helt fundurin fram við práti um innanhýsis samstarv í Heimamissiónini. Heri Kjærbo, sum er formaður í Meinigheitshúsinum í Havn greiddi frá at tað eru nógvir møguleikar at reka missión í høvuðsstaðnum. Tað eru faktiskt fleiri møguleikar enn tað í veruleikanum eru fólk og orka til. Tí vildi prísur verði settur á góða grannahjálp frá t.d grannunum á Skálafjørðinum. Tað er serliga innan ungdómsarbeiðið at tað er serliga stórur tørvur á hjálp júst nú.

LES EISINI  Gott prát millum stýrini

Eisini bleiv nenvt at fleiri missiónshús kundu havt bønarmøtir saman. Á fleiri støðum koma heilt fá til bønarmøtir, og tað vildi eisini styrkt felagsskapinum í økinum um fleiri missiónshús høvdu bønarmøtir saman.

Aðalskrivarin í Heimamissiónini, Andrias Magnussen, vísti á at missiónshúsini altíð eru vælkomin leita sær hjálp og stuðul frá starvsfólkunum hjá Heimamissiónini, um tey møta nøkrum avbjóðingum.

Leiðararáðstevna fyri stýrislimir

Komandi ár verður eitt nýtt tiltak. Tann 12. – 14.maj 2021 verður Leiðararáðstevna fyri stýrislimir í Nesvík. Tað er eitt vikuskifti fyri leiðarar, har Steen Palmqvist fer at undirvísa. Meira kunning um tiltakið kemur út á Trúboðan tá tiltakið nærkast.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina