Fólkakirkjan fingið nýggja altarbók og handbók – og sálmabókin fæst nú sum ókeypis app
Tað var á fleiri mátar ein søgulig hending í Dómkirkjuni í gjár. Løgmaður handaði biskupi fyrsta eintakið av løggildu altarbókini, sum kemur út saman við eini nýggjari handbók. Harumframt varð ein nýggj app almenn atkomilig – ókeypis – við bæði sálmabókini og sálmabókaruppískoytinum.
Fitt av fólki, bæði prestar, kirkjuligir myndugleikar og fyrisiting, fjølmiðlar og onnur áhugað, eins og løgmaður og kirkjumálaráðharrin vóru til staðar í Havnar kirkju í gjár til serligu løtuna. Tað er Grunnurin Føroyskt kirkjumál, sum stendur fyri søguligu útgávuni, og Uni Næs, dómpróstur og formaður í grunninum, bjóðaði vælkomin.
Eftir ein felagsálm fekk Aksel V. Johannesen, løgmaður, orðið, og hann handaði síðani Jógvani Fríðriksson, biskupi, og Høgna Hoydal, landsstýrismanni í kirkjumálum, hvør sítt eintak av nýggju altarbókini. Tað søguliga í hesum er, at hetta er fyrstu ferð, at løgmaður løggildar eina nýggja bók til fólkakirkjunnar nýtslu. Umframt altarbøkur verða bíbliutýðingar, sálmabøkur og ritual løggildað, men fram til 2007, tá fólkakirkjan var danskt málsøki, var hetta uppgávan hjá drotningini/kongi.
Nýggj og víðkað altarbók
Nýggja altarbókin ásetur, hvussu gudstænastur í fólkakirkjuni skulu fara fram, og inniheldur teir tekstir, ið eiga at verða nýttir, bæði bønir, bíbliutekstir og annað. Eisini er yvirlit yvir kirkjuárið. Henda nýggja altarbókin byggir eyðsæð á ta undanfarnu, umframt tvær royndarútgávur, sum komu út í 2012 og 2013, ávikavist til fyrru og aðru tekstarøð, men so fullfíggjaða altarbók hevur føroyska kirkjan ikki havt fyrr. Tað er tí eitt víðfevnt arbeiði, ið liggur aftanfyri hesa útgávu, og sum bæði biskupur og dómpróstur trivu í og takkaðu fyri.
Nú altarbókin er løggild, kann hon verða tikin í nýtslu í kirkjunum um landið. Vit spyrja Una Næs, dómpróst, hvørjar broytingar vanlig kirkjufólk fara at merkja.
– Fyrst og fremst er gudstænastuskipanin nú betur lýst og skipað, enn hon hevur verið áður. Tað eru ikki stórir munir í gudstænastuni, sum fólk flest kenna hana. Royndaraltarbøkurnar í 2012 og 2013 løgdu upp til onkrar broytingar, sum prestar og kirkjulið hava havt høvi at royna síðani tá. Eitt nú vóru fleiri kollektir (bønir) at velja millum, og lisnir kundu verða tekstir úr Gamla testamenti umframt epistul og evangelii. Hesar broytingar eru komnar við í løggildu altarbókina. Eisini verður eitt nú lagt upp til, at trúarjáttanin er eftir prædikuna, og at útgangsbønin kann vera uttan Faðirvár, greiðir Uni frá.
Nýggj handbók
Afturat altarbókini kom út ein heilt nýggj handbók, ið er ætlað sum ein neyv leiðbeining til altarbókina. Har eru nógvar ymiskar praktiskar vegleiðingar, tá skipað verður fyri gudstænastu, ella tá serlig viðurskifti gera seg galdandi. Eisini eru søguligar frágreiðingar um kirkjuárið, gudstænastuskipanina og onnur kirkjulig viðurskifti.
– Handbókin er ein pedagogisk vegleiðing, sum greiðir frá ymsum í altarbókini. Hon setur líkasum karmin um ymsu gudstænasturnar og kann svara ivamálum, sum prestar, deknar og onnur kunnu hava, sigur Uni.
Fimm endurútgávur av sálmabókini
Fleiri av støddunum av sálmabókini frá 1990 eru útseldar, og tí hevur Føroyskt kirkjumál tikið stig til at endurútgeva heilar fimm støddir av sálmabókini. Samstundis eru einstakar broytingar gjørdar. Tann størsta sálmabókastøddin, sum umframt sálmarnar inniheldur altarbók, ritualbók, bønabók og aðrar tekstir, er sjálvandi dagførd eftir nýggju altarbókini. Men tann mittasta støddin og tann minsta støddin innihalda nú eisini bønabókina.
Nú eitt sálmabókaruppískoyti kom út í 2013, er nærlagt at spyrja, um – ella nær – ein heilt nýggj sálmabók kemur.
– Uppískoytið frá 2013 varð ikki løggilt eins og sálmabókin, men var ein roynd at breiðka um úrvalið av sálmum og sangum í kirkjuni, umframt at vita, hvat gongur og ikki gongur í eini sálmabók. Ikki ólíkt eini royndaraltarbók, kunnu vit siga.
Á ein hátt var sálmabókaruppískoytið startskotið til eina tilgongd, har úrslitið væl longur frammi í tíðina er at geva út eina nýggja sálmabók.
Tað er ikki løtuverk, men nevnd verður sett um ikki so langa tíð at arbeiða við hesum, greiðir dómpróstur frá.
Nýggj app við sálmabókini og uppískoytinum
Síðsta stóra hendingin í gjár var ikki ein svørt bók við gyltum stavum, men tvørturímóti ein ljós app til snildfonir og teldlar við bæði sálmabókini og sálmabókaruppískoytinum. Henda app er nú almenn atkomilig og ókeypis at taka niður. Ikki bert er teksturin til sálmarnar; til ber eisini at hoyra lagið til sálmarnar. Qodio hevur framleitt snøggu og einføldu appina, sum samstundis er eitt frambrot bæði fyri vanliga kirkjufólkið og tey, ið leggja gudstænastur og aðrar kirkjuligar handlingar til rættis. Tó mangla um 40 sálmar, tí rættindini til antin tekst ella lag vanta.
– Tað er umráðandi fyri okkum, at henda appin er ókeypis at nýta, umframt at vit vildu hava annað viðkomandi tilfar við í appina. Eitt nú eru bønir, til dømis morgun- og kvøldbøn til hvønn dag í vikuni, lítla katekismus og annað, sum kann vera hent hjá eitt nú konfirmantum og øðrum, sigur Uni Næs at enda.