Foreldur, takið børnini við

Hugsa tær eina kirkjugongd ella eitt møti uttan børn. Eingi børn, sum gráta ella tosa. Ongar óynsktar tekningar á stólunum ella í sangbókini. Eingir keksamolar. Eingir spurningar at svara ímeðan talan er. Kirkjugongd og møti, uttan børn høvdu verið væl skipað, friðarlig og rólig. 

Og tað hevði verið eitt greitt tekin um, at okkurt við kristna lívinum var á skeivari leið. 

Børn eru ongantíð óhóskandi tá ið vit tilbiðja í felag. Síðan alt byrjaði hava Guds fólk vita, at kirkja og møti vóru fyri alla sáttmála familjuna (Esra 10,1). Jesus bjóðaði børnunum at koma til sín, og hann brúkti tey at vísa á hvat tað merkti at hoyra til Guds ríki (Mark. 10,13-16).

“Foreldur hava tørv á at verða eggjaði á ein slíkan hátt, at tað vigar meira enn avbjóðingarnar av at hava børnini við.” 

Gud væntar, at børn eru við í kirkju og á møti, at tey hoyra vegleiðingar, lyftir og eggjan, sum eru skrivað beinleiðis til teirra (Efes. 6,1-3 og Kol. 3,20). 

Men ein einføld trúgv á, at børn eiga at vera vælkomin í kirkju og á møti, er ikki nóg mikið at geva okkum megi at fevna tey av fullum hjarta, eins og Jesus gjørdi. Foreldur hava tørv á at verða eggjaði á ein slíkan hátt, at tað vigar meira enn avbjóðingarnar av at hava børnini við. Vit mugu hjálpa hvørjum øðrum at síggja, at tað ikki bara er rætt bíbilskt at telja børnini við, men at tað eisini er eitt tað týdningarmesta vit kunnu gera fyri tey. 

Hvussu kunnu vit siga tað? 

At hava børn við í kirkju og á møti er ikki lætt, men tað er rætt.

Og eins og alt, sum er trupult men rætt, kann tað geva góðan ávøkst hjá teimum, sum eru upplærd í tí.

Allur agi tykist væl í stundini ikki at vera til gleði, heldur til sorgar; men aftaná gevur hann afturfyri teimum, sum við honum eru spekt, friðsælan ávøkst í rættvísi.
Heb. 12,11 

1) Smábørn fáa eina kenslu av at hoyra til andaliga, tá ið tey eru við til at tilbiðja. 

Børn hjá trúgvandi foreldrum, eru ikki sett uttanfyri. Sum limir í einari kristnari familju eru tey halgaði (1. Kor. 7,14). Sum sameindur partur av Guds fólki og ognarfólk av lyftunum, sum Gud hevur givið (Aps. 2,39), kunnu trúgvandi børn, við Guds hjálp, tilbiðja í Kirkjuliðinum (Matt 21,15). 

At fara í kirkju ella á møti er ikki sum at fara í eina stuttleika lund, við strongum krøvum um eina ávísa hædd. Ella sum at fara á eitt fróðskaparsetur við strongum krøvum um ein ávísan kunnleika. Onkursvegna misskiltu lærusveinarnir hetta; teir hildu at børn skuldu bíða við at møta Jesusi inntil tey vóru eldri og klókari. Men tað góðtók Jesus ikki: ”Latið smábørnini koma til mín, forðið teimum tað ikki, tí at Guds ríki hoyrir slíkum til (Mark. 10,14). 

Lat børnini vera við í skýnum at vitnum, sum tilbiður tann sanna Gud. At hava tey við í kirkju og á møti, er besti máti at vísa teimum hendan sannleikan. Sjálvt heilt smá børn syngja við í Sálm. 1 ”Sælur er maður, ið ei fylgir vándra manna ráði, ið ei stendur á syndara vegi og ei situr í spottara lagi”. Børnini duga ikki at greiða frá øllum hesum orðunum. Men tey læra – saman við eldri heilagum – at óttast Gud, ikki spotta Gud. Tey verða uppald at liva ”eins og træið, plantað við áarløkir”. 

Heilt einfalt, við at verða tikin við, læra tey tilvitað at taka lut í kristi likami. 

2) Grundleggjandi vanar verða grundfestir tá ið børn eru við í tilbiðjan. 

Fyri tey av okkum, sum eru ald upp við at vera í kirkju hvønn sunnudag, eru nøkur av fyrstu ritualunum at syngja sálmar, lurta eftir prædikum og at biðja saman við Guds fólki. Børn skapa vanar fyrr enn vit halda. Um tit ivast í hesum, royni so at broyta onkran av vanunum hjá børnum tykkara. Tey fara at siga frá. 

Timoteus lærdi heilagu skriftirnar frá barnsbeini (2. Tim. 3,15). Granskarar vissa okkum um, at kroppurin hjá børnum minnist upplivingar frá sínum fyrstu samdøgrum. At børn eru við á møti, tá tey eru heilt smá, kann mynda tey til at fylgjast við Gudi alt lívið.

William Gouge, sum er puritanari, skrivar: ”við at geva børnunum góða undirvísing frá byrjan, kunnu vit sleppa undan nógvum stríði, tí áhaldandi venjing av dámligum eginleikum skapar óvikandi vanar.” 

“Børn skapa vanar fyrr enn vit halda. Um tú ivast í hesum, royn so at broyta onkran av vanunum hjá børnunum hjá tær. Tey fara at siga frá.” 

Vælkenda foreldraversið í Orðt. 22,6 hevur eisini tilbiðjan við. Børn, sum eru ald upp við at prísa Gudi, gloyma ikki so lætt halgisiðirnar tey lærdu, tá ið tey vóru lítil. Eg havi sitið við songina hjá gomlum trúgvandi, sum hava gloymt nærum alt uttan barnaminnini. Og hóast hetta hava tey sungið orð úr Sálm. 23 saman við mær, orð tey lærdu á møtinum fyri einum mansaldri síðan. 

3) Børn síggja leiðina inn til dýrdarinnar Gud tá ið vit tilbiðja. 

Gud lovar at møta sínum fólki á ein serligan hátt tá ið tey samlast at tilbiðja hann. Gamli sálmurin sigur satt: tá ið vit tilbiðja er ”Gud við okkum”. Sálmurin heldur fram við at greiða frá veruliga svarinum hjá teimum, ið tilbiðja: vit æra hann og koma fram fyri hann við virðing. Vit eru kvirr, níga djúpt við ærufrykt. Vit syngja saman við einglunum og teimum heilagu, ”halgur, halgur, halgur!”. Hví skuldu vit ikki ynskt at okkara børn vóru við til hetta stórfingna møtið við Jesus, sum er millumgongumaður til nýggja sáttmálan, og sum hevur vaskað syndir okkara burtur við sínum blóði (Heb. 12,22-24)? Hóast alt, er tað av smábarna og bróstabarna munni tú hevur gjørt tær verju (Sálm. 8,2). 

Jesus siteraði Sálm 8 fyri at prógva, at onkuntíð duga børn betur at tilbiðja enn vaksin (Matt. 21,12-17)! Og hóast vit, hvør í sær, hava ábyrgd av at tilbiðja og njóta Gud, so er felags tilbiðjan ein Gud givin kveiking at geva Gudi ta tilbiðjan, sum hann hevur uppiborið. Við fáum møguligum undantøkum er tað, sum er gott fyri vaksin, sum tilbiðja Gud, eisini gott fyri børn, sum tilbiðja Gud. 

At hava børn við í kirkju og á møti er ikki lætt, men tað er rætt. Og eins og alt, sum er trupult men rætt, kann tað geva góðan ávøkst hjá teimum, sum eru upplærd í tí (Heb. 12,11). 

William Boekstein er pastorur í Immanuel Fellowship Church í Kalamazoo í Michigan. Hann hevur skrivað fleiri bøkur, m.a. “Stubborn Prophet Faithfull God”, og barnabókina “The Best Day of the Week; Why We Love the Lord´s Day”. 
Eftir William Boekestein:  

– Rósalind Olsen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina