Formansskifti á Ørkini

Í sambandi við 25 ára haldið fyri Hotel Ørkina hevur stýrið havt fund og skipað seg av nýggjum.

Árni Jacobsen, sum hevur verið í stýrinum síðstu 15 árini og formaður síðstu mongu árini, er farin frá sum formaður og farin úr stýrinum. Nýggjur formaður er Jonhard Joensen. Hann hevur sitið í stýrinum síðani 2003 og verið næstformaður síðstu árini.

Fyri Árna er Pól Jákup Poulsen valdur í stýrið. Hinir stýrislimirnir eru: Símun Hansen, næstformaður, Johanna Christiansen, skrivari, Mourits Mouritsen, Absalon Olsen og Sigurdur Bjarni Gislasson.

Hotel Ørkin er í góðum standi. Síðsta árið eru fleiri dagførðingar gjørdar, so sum sjónvarpsnetið, brandávaringarskipanin, internetið og vaskirúmið.

Síðsta ár vaks gistitalið við 12 % og kom upp á 77%. Stýrið var nøgt við roknskapin, sum gav góðar 100.000 føroyskar krónur í avlopi.

Tá nýggi formaðurin í stýrinum, Jonhard Joensen, verður spurdur um framtíðarætlanir fyri Ørkina, svarar hann soleiðis:
– At vit framhaldandi hava eitt gott og væl rikið gistingarhús, sum samstundis er eitt kristiligt heim. Vit hava góð starvsfólk, men ynskiligt er, at fleiri føroyingar starvast á Ørkini. Vit vóna, at samstarvið við Landssjúkrahúsið í Føroyum um at hýsa sjúklingum, sum koma til Reykjavíkar til viðgerðar, stendur við og styrknar.

Í nøkur ár hevur talan verið um at byggja nøkur kømur afturat Ørkini. Fyribilstekning er gjørd, og byggiloyvið er tøkt til 20 nýmótans og rúmlig kømur, har eisini hædd verður tikið fyri tørvinum hjá sjúklingum. Verður hetta gjørt, so verður tann bygningurin niðan móti Skipholti.

Í dag, 4. juni, klokkan 14.00 verður hátíðargudstænasta í Háteigiskirkju við Jógvani Fríðrikssyni, bispi. Móttøka verður í Ørkini frá klokkan 15.00 til 18.00 har øll eru vælkomin til føðingardagskaffi. Sunnudagin 5. juni klokkan 16.00 verður møti á Ørkini, har øll eru vælkomin.