Føroya Landstýri hevur latið menningarhjálp til Sat-7 Academy í 2020

Seinasta heyst skrivaði Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, undir eina avtalu um góðar 300.000 krónur í menningarhjálp til eina skúlaverkætlan hjá altjóða sjónvarpsrásini SAT-7.

Føroysk sunnudagsskúlabørn hava í fleiri ár stuðlað SAT-7 Kids, ið er barnarásin hjá SAT-7. Føroyski menningarstuðulin er markaður til skúlaverkætlanina SAT-7 Academy, sum er ein av mongu ymisku rásunum.

Sjónvarpsendingarnar verða framleiddar í Miðeystri, av fólki frá Miðeystri. Hesi kenna støðuna, pínuna, tørvin og avbjóðingarnar á egnum kroppi. Rásin sendir á arábiskum, turkiskum og persiskum alt døgnið.

Sat-7 sendir eisini skúlaundirvísing:

Her búgva umleið 150 milliónir børn, ið eru yngri enn 15 ár. Tað er ein sannroynd, at tilveran hjá nógvum børnum í hesum øki er merkt av fátækadømi, kríggi og avmarkaðum útbúgvingarmøguleikum, og hetta gevur eina kenslu av vónloysi fyri framtíðina. Fleiri hundrað børn ringja ella skriva inn til SAT-7 Kids hvønn einasta dag og biðja um ymiska hjálp. Hóast fátækradømi hava tey flestu eitt lítið sjónvarp heima við hús. Sjónvarpsparabolir eru at síggja á flest øllum tekjum, sjálvt í teimum fjarskotnu fjallabygdunum og flóttafólkalegunum.

LES EISINI  Síðst í apríl vitjar nýggi leiðarin hjá Sat-7, Rita Elmounayer, Føroyar

Sat7-Academy hevur lagt seg eftir at senda góða skúlaundirvísing, sum serliga hevur gjørt stóran mun í teimum nógvu flóttafólkalegunum og í teimum krígsherjaðu londunum í Miðeystri. Ikki minst nú flest allir skúlar eru stongdir vegna COVID-19. Sent verður beinleiðis ígjøgnum YouTube

Beinleiðispakkin umfatar eisini serligar skráir um COVID-19 pandemiina, fyri at økja uppmerksemi, fremja fyribyrging, hjálpa við at minka um strongdina í heimunum og geva undirvísingarstuðul.

Seks tey seinastu árini hava Sat7-Academy skráirnar serliga vent sær til børn, foreldur og lærarar runt alt Miðeystur og Norður Afrika. Framhaldandi stuðlar rásin undirvísing og samfelagsligari menning til milliónir av børnum frá øllum átrúnaðum og samfelagsligari bakgrund ígjøgnum satelit sjónvarp og ígjøgnum sosialar miðlar. Sat7-Academy vendir sær til aldursbólkin 3.-5. fl

Sat7-My School vendir sær til tey minnu børnini upp til 3. fl. Her verður mest undirvíst í teimum grundleggjandi fakunum sum arabiskum, matematik, enskum, náttúrfrøi og fronskum. Tríggjar ferðir um vikuna er beinleiðis undirvísing á Facebook, har børn kunnu fáa fatur á læraranum fyri at fáa stuðul og svar uppá spurningar. Puzzel er eitt spæl, sum miðar ímóti at fremja rættindi hjá børnum ígjøgnum spæl og bleiv stovnað saman við einum NGO skúla í Libanon, umframt onnur spøl.

LES EISINI  Kurt Johansen frá SAT-7 á vitjan í Føroyum

Hendingar frá hesum flaggskipaútbúgvingum, skráir um rættindi hjá børnum saman við leinkjum til skráir við søgufrásagnum, stimbrar skapandi hugsan, hugflog, list og handverk, sum eisini er við í undirvísingarpakkanum, saman við einum rokniarki sum fæst online.

Rita El-Mounayer, stjóri á Sat-7 sigur:” Vón okkara er, at henda beinleiðis undirvísingin røkkur víða og framhaldandi kemur at geva tann lívsneyðuga undirvísingarstuðulin til øll børn í Miðeystri og Norður Afrika, sum nú ikki sleppa í skúla. Eisini ynskja vit at stuðla lærarum á øðrum NGO (ikki statsstuðlaðum skúlum) við teirra dýrabaru útbúgvingaraktivitetum. Vegna ófriðin í Miðeystri, økir óttin fyri COVID-19 tað verandi pínuna fyri milliónir, sum longu liva í fátækadømi, í krígsøkjum, sum flóttafólk og á flóttafólkalegum. Mín bøn er, at hetta er ein tíð, har vit øll vilja arbeiða saman, deilast um tilfeingið og boða vón” sigur Rita Elmounayer at enda.

Seinasta heyst varð samtykt, at Heimamissiónin gerst limur og stuðul í Sat-7. Henda avgerð er bæði gleðilig og spennandi, og hevur samstundis bæði ábyrgd og møguleikar við sær.

LES EISINI  Vón í eini ófrættakendari tíð

Árliga limagjaldið, sum er ein stuðul til dagliga raksturin hjá Sat-7, er góðar 90.000 kr., (15.000 $). Sunnudagsskúlabørnini hava stuðlað arbeiðnum væl, og vónandi vilja tey eisini framyvir stuðla væl. Føroyingar koma at luttaka á aðalfundunum hjá Sat-7, har vit fáa eina rødd saman við øðrum londum, sum eisini eru limir og stuðla hesi týdningarmiklu verkætlan. Á aðalfundinum 25. apríl í ár, sum varð hildin yvir netið, luttóku Andrias Magnussen, aðalskrivari og Marjan K. Nielsen.

Møguleiki kann eisini vera hjá ungum fólki, sum hava áhuga í upptøkum og tøkni innan miðlaheimin, at gerast voluntørar. Sat-7 hevur sína høvuðsstøð á Kypros og hevur annars sendistøðir í Istanbul, Kairo og Beirut.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina