Føroya Landstýri latið 330.000 kr í menningarhjálp til SAT-7
Aftur í ár hevur Føroya Landstýrið latið 330.000 kr í menningarhjálp til SAT-7, sum er oyramerktur til arbeiði fyri kvinnurættindum í Norðurafrika og Miðeystri, sum SAT-7 eisini arbeiðir fyri.
Føroya Landstýri hevur í nøkur ár latið menningarhjálp til arbeiðið hjá SAT-7. Fyrstu árini varð stuðulin oyramerktur til skúlaverkætlanina SAT-7 Academy, ið sendir góða skúlaundirvísing til børn umvegis sjónvarp. Hetta ein sera týdningarmikil hjálp, serliga inn í flóttalegurnar
SAT-7 er ein kristilig sjónvarpsrás, sum sendir til fólk um alt Miðeystur og Norðurafrika. Heimamissiónin er limur og stuðul í SAT-7 netverkinum, og hvørt ár lata føroysk sunnudagsskúlabørn um 100.000 kr. til arbeiðið hjá SAT-7 Kids, sum sendir sjónvarp til børn í hesum parti av heiminum.
SAT-7 arbeiðir fyri at styrkja kvinnurøddina í almenna rúminum
Ósemjur, fátækradømið og forfylging hava í nógv ættarlið plága hesar metstóru landslutir. Serliga kvinnurættindini eru nógv skerd í fleiri av hesum londum, og hava hesar kvinnur tí brúk fyri stimbran og vón inn í teirra vónleysu støðu. SAT-7 Plus sendir á ymiskum sosialum miðlum kristna boðskapin um Jesus Kristus og ta vón, sum trúgvin á hann gevur. Eisini hava kvinnurnar brúk fyri eini rødd sum kann tosa teirra støðu í tí almenna rúminum.
Mariam, ein afghansk genta frá Hazarafólkinum, sigur soleiðis í eini beinleiðis sjónvarpsending: ”Tá Taliban tók ræðið í landinum, mistu kvinnurnar í heimlandi mínum grundleggjandi rættindi sum til dømis at fáa eina útbúgving og at luttaka í ítrótti.” Hazarafólki er ein minnilutabólkur í Afganistan, sum er undir hørðum trýsti frá Taliban.
SAT-7 Pars styrkir kvinnurøddina í tí almenna rúminum við at hava beinleiðis kvinnusendingar, sum kallast Nýggjur samleiki. Her verður dentur lagdur á virðið á kvinnuni í Guðs eygum fyri at broyta tað mentanarliga og sosiala sýnið á kvinnuna sum undirmettir borgarar.
Eisini vera kvinnur, ígjøgnum sendingar sum Insider undirvístar í teirra rættindum. Hesar vóru eisini stuðlaðar undir mótmælinum í Iran. Sally Momtazi, vertur á Insider, sigur: ”Vit mugu biðja og vit mugu vera ein rødd hjá hesum kvinnum sum eru so djarvar, hóast røddir teirra ikki náa umheimin.”
Tá mótmælini í Iran kyknaðu eftir at ein ung kvinna lat lív í varðhaldi hjá løgregluni, stuðlaði SAT-7 teimum kristnu í landinum við bøn, stimbran og leiðbeining.
Gjøgnum satellitskráir og talgildar sjónvarpsrøðir á arabiskum, persiskum og turkiskum máli røkkur SAT-7 út til milliónir av menniskjum runt alt Miðeystur og Norður Afrika. Flest allar sendingar eru framleiddar av kristnum fólki í Miðeysturlondum, sum fær hjálp frá nógvum trúgvum hjálpartoymum runt í ymisku landslutunum. Tey kenna avbjóðingarnar og pínuna, sum fólkið stríðist undir, og tey hava úr at gera við at svara spurningum og áheitanum frá fólki, sum setur seg í samband við SAT-7 hvønn einasta dag.