Føroya Pro Vita hevur ársaðalfund

Ársaðalfundurin hjá Føroya Pro Vita verður í Skansahúsinum, J.H. Schrøtersgøta 11, 100 Tórshavn, tann 13. mars klokkan 13.

Umframt skrá sambært viðtøkum felagsins kemur Aksel Kambsskarð Berg at hava eitt forvitnisligt upplegg um ráðgeving og hjálp til kvinnur, ið umhugsa fosturtøku. Aksel, sum hevur sitið í nevndini hjá felagskapinum Retten Til Liv í Danmark, fer at greiða frá tilgongdum í Danmark og USA og hugleiða um hvørjar møguleikar vit hava í Føroyum.