Føroysk fløga við sangum hjá Aage Samuelsen
15 februar kemur út nýggj fløga við sangum hjá norska sangaranum og prædikumanninum Aage Samuelsen, á føroyskum. Fløgan hevur fingið heitið “Handan Stjørnuhav”. Tað er Eyðun Jacobsen, sum hevur tikið stig til hesa fløgu.
Á fløguni eru 16 sangir, og ein fjøld av ymiskum sangkreftum syngja: Kvartettin í Betesda, The Gadders, Petur Hans Hansen, Bill Justinussen, John Kári Jacobsen, Magnus Poulsen, Oddbjørg Poulsen, Eyðun Jacobsen, Heine Lützen, Magni Christiansen, Andreas Hvannastein, Janus Jacobsen, Henny Gerðalíð, Zamar, Terje B. Vestergaard og Oasubrøður.
Hvør var Aage Samuelsen?
Aage Samuelsen var kendur í øllum Skandinavia og eisini í Føroyum fyri sínar lívsglaðu og evangelisku sangir. Hann varð føddur í 1915 og vaks upp í norska býnum Skien undir trongum korum. Sum barn hevði hann eina sjúku at stríðast við, og hann dugdi ikki at ganga, fyrrenn hann var um 6 ára gamal.
Lærarin í skúlanum helt ikki, at Aage hevði skil fyri tónleiki, men mamman, sum skilti og elskaði son sín, troystaði hann og segði: “Aage! Tað kemur ein dagur eftir henda!” Tá Aage var 15 ára gamal, fekk hann ein gittara frá mammuni, sum hevði keypt hann á uppboðssølu. Gittarin kom at gerast hansara trúgvi lívsfylgisveinur, og við hesum ljóðføri prógvaði Aage fyri læraranum og øllum Noregi, at hann hevði eitt serliga gott oyra fyri tónleiki.
Aage kom út í rúsdrekkamisnýtslu, men í 1944 upplivdi hann eitt andligt gjøgnumbrot í lívinum. Hann gjørdist virkin limur í hvítusunnurørsluni í Skien, har hann brúkti sínar gávur sum sangari og sangskrivari. Hann skrivaði sangir í hópatali og gjørdist ein sannur sangevangelistur. Hann gav út hópin av plátum og varð nógv eftirspurdur í Noregi. Aage Samuelsen doyði í 1987, einans 71 ára gamal.
Ókeypis útgávukonsertir
Eyðun Jacobsen hevur tikið stig til hesa fløguna, har hann hevur savnað eina fjøld av bæði einstaklingum og bólkum, sum syngja 16 av sangunum hjá Aage Samuelsen í føroyskari týðing. Tónleikin á fløguni hava sera dugnaligir tónleikarar spælt inn í Crossroads Studio í Arden í statinum North Carolina í USA. Røddirnar eru tiknar upp í studionum hjá Eriki Biskopstø í Klaksvík.
Í sambandi við fløguútgávuna verða ókeypis útgávukonsertir 15. og 16. februar:
- Fríggjakvøldið 15. februar kl. 20.30 í Oasuni í Hoyvík
- Leygarkvøldið 16. februar kl. 21.00 í KÍ Høllini í Klaksvík
Tónleikarar á konsertunum verða Beddi Hansen (el-gittar), Terje B. Vestergaard (klaver), Erik Biskupstø (bass), Terje Johannesen (akk. gittar og mandolin), Arnold Mortensen (steelgittar), Jákup Gunnarstein Hansen (trummur) og Eyðun Jacobsen (akk. gittar).
Niðanfyri eru brellbitar frá fleiri av sangunum.