Føroysk vindeygu verða sett í Ørkina

Føroyska sjómansheimið, Ørkin, í Reykjavík, fær í hesum døgum nýggj vindeygu ísett. Bygningurin og harvið vindeyguni, sum eru frá umleið 1980, hava tænt fyri seg og treingjast til at skiftast út.
Tað er serliga eystursíðan, sum tørvar nýggj vindeygu, og tí verða tey skift, fyrst. Annars er ætlanin at skifta øll vindeygu og hurðar, hóast byrjað verður við at skifta umleið ein triðing av vindeygum og hurðum nú.
Eftir at hava fingið eitt gott tilboð frá Grant í Vágum, valdi leiðslan fyri Ørkina at taka av teirra tilboði.

Tað er stórur eftirspurningur eftir kømrum á Ørkini, og tí skal arbeiðið við at skifta vindeyguni leggjast til rættis, so kømruni eru tøk, og at handverkarar og vindeyguni eisini eru tøk.

Mánamorgunin fóru fimm sjálvbodnir handverkarar úr Føroyum yvir á Ørkina at skifta vindeygu. Teir hava longu skift tey fyrstu og eru spentir at gera arbeiðið hesa vikuna. Veðurmenninir lova gott veður, so vónandi gongur arbeiðið væl.  

Koronatíðin var sera hørð fíggjarliga fyri Ørkina, og tí hevur Ørkin søkt fyritøkur, grunnar og onnur í Føroyum um stuðul til nýggju vindeyguni. Nakrar fyritøkur hava stuðlað, og takk skulu tær hava fyri tað.
Her eru nakrar myndir frá arbeiðinum.

LES EISINI  Andaktin, sum formaðurin hevði á Ørkini
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina