Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni 40 ár

Júst í hesum døgum eru tað 40 ár síðani at Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni varð sett á stovn.

Nógvir føroyskir útisetar hava seinastu 40 árini havt samband við Eliaskirkjuna. Men tað vóru nakrir – tá ungir – harrar, sum vóru farnir til Danmarkar at lesa, ið settu arbeiðið á stovn.

Byrjanin var ein bíbliubólkur í einari íbúð á Islands Brygge, sum síðani gjørdist til eitt vikuligt møti í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbrogade. Júst kjallarin í Eliaskirkjuni á Vesterbrogade munnu tað verða mong, ið kennast við.

Síðani 2015 hevur tó onki føroyskt virksemi verið í kjallaranum á Vesterbrogade, tí tá flutti arbeiðið út á Amager til LM kirkjuna á Kirkegårdsvej. Og tað er har arbeiðið enn húsast.

Endamálið við arbeiðnum er – sum tað stendur í viðtøkunum – at millum føroyingar nirði boða evangeliið til trúgv á Jesus Krist sum harra og frelsara, styrkja hin kristna felagsskapin, kalla til trúboðan úti og heima og til sosiala ábyrgd í heimi, kristna felagsskapinum og samfelagnum.

Verður hátíðarhildið í komandi ár

Stýrið fyri arbeiðnum hevði tilrættarlagt eitt stórt hátíðarhald til 40 ára dagin, har ætlanin var at savna nógv fólk, sum á ymsan hátt hava og hava havt tilknýti til Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni.

LES EISINI  Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni: Møtini byrja aftur í dag

Men eins og við so nógvum øðrum tiltøkum, so valdi stýrið at avlýsa tiltakið orsaka av koronu. Ætlanin er tó, at hátíðarhalda stóra dagin tá tað aftur er ráðiligt at savnast í størri mongdum.

Navnið verður broytt

Hóast 40 ár á baki, so sær tíðin fyri framman spennandi út hjá Føroyska arbeiðnum í Eliaskirkjuni.

Navnið, sum ikki longur hóskar seg, tí arbeiðið nú er í LM kirkjuni, verður broytt seinni í ár. Ætlanin var at nýggja navnið skuldi verða avdúka til stóra hátíðarhaldið, men ístaðin verður nýtt navn avdúka seinni í ár.

Meira um 40 ára dagin komandi dagarnar

Komandi dagarnar koma ymiskar samrøður og tilfar út á Trúboðan í samband við at tað er 40 ár síðani arbeiðið byrjaði.

Samrøður við stovnarar, fyrrverandi formenn í stýrinum, fyrrverandi “Eliaskirkjufólk” og eisini núverandi “Eliaskirkjufólk”.

Møti er annars hvønn sunnudag kl16, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina