Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni sett Torgeir í starv

Torgeir Petersen er settur í starv sum samskipari nakrar tímar um vikuna.

Í nógv ár hevur verið tosað um at seta fólk í starv í Eliaskirkjuni- onkuntíð meir og onkuntíð minni. Og nú hevur stýrið gjørt av at seta Torgeir Petersen úr Klaksvík í eitt partíðarstarv. Hetta merkir at Torgeir kemur at arbeiða umleið 8-10 tímar um vikuna.

Torgeir er 23 ára gamal og er úr Klaksvík. Hann lesur gudfrøði á DBI.

Og Torgeir sær nógvar spennandi møguleikar við starvinum.

– At skapa brúgv millum Føroyar og Keypmannahavn. Um vit hyggja eftir teimum, sum møta upp í Eliaskirkjuni, so eru sera nógvar samkomur í Føroyum umboðaðar – líka frá Viðarreiði til Havnar. Samkomur, sum hava gjørt eitt megnar arbeiði við at læra síni børn um Jesus. Men tá ein flytir til Keypmannahavnar, tá byrjar ein nýggir kapitul – og tá er skjótt, at ikki ræðfesta samkomulív og trúnna á Jesus.

LES EISINI  EK 40 ár : Ljóðsamrøða við stovnaran

Tí haldi eg, at tað er av stórum týdningi, at vit hava eina føroyska kirkju í Keypmannahavn, sum kann lofta teimum, sum flyta niður í eitt nú lestrarørindum, so at gleðiboðskapurin um Jesus Kristus eisini verður boðaður fyri nýfluttum føroyingum í Keypmannahavn. Fyri at fáa eitt betri samband við samkomurnar í Føroyum og Eliaskirkjuna, so krevur tað, at tað er onkur, sum uppsøkir sambandið. Hetta er ein av teimum mongu møguleikunum, sum eg síggi í arbeiðinum, sigur Torgeir.

Júst tað at styrkja sambandi millum Føroyska arbeiði í Eliaskirkjuni og kirkjur og samkomur í Føroyum verður ein av arbeiðsuppgávunum hjá Torgeir. Umframt tað, so fer Torgeir millum annað eisini at taka sær av at til rættis leggja tiltøk, skipa skránna og halda samband við fólk í kirkjuni.

Stýrið vónar, at setanin av Torgeir kann hjálpa Føroyska arbeiðnum í Eliaskirkjuni at arbeiða meira miðvíst út frá endamálsorðingini um at boða gleðiboðskapin um Jesus til føroyingar í Danmark. Samstundis verður sæð fram til eitt enn tættari samband við aðrar føroyskar kirkjur og samkomur í Føroyum.

LES EISINI  Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni 40 ár

Hvønn sunnudag er møti kl16 ár Kirkegårdsvej 21 á Amager. Til ber at lesa meira um Føroyska arbeiði í Eliaskirkjuni á Facebook síðu teirra.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina