Føroyska Bíbliufelagið vitjar á Argjum

Sunnudagin 24. februar kl. 11 vitjar Føroyska Bíbliufelagið á gudstænastuni í Argja kirkju. Derhard Jógvansson hevur gudstænastuna, og næstformaðurin í Føroyska Bíbliufelagnum, Dánial á Dul Jacobsen, fer at prædika. Eisini hevur Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari, eina framløgu um Bíbliufelagið. Eftir døgurða hevur stýrið hjá Bíbliufelagnum stýrisfund í kirkjuni.

Føroyska Bíbliufelagið er ein felagskirkjuligur felagskapur og er tí javnan á vitjan hjá ymiskum kirkjum og samkomum. Seinastu ferðirnar hevur verið vitjað í katólsku kirkjuni og Adventistakirkjuni, og næstu ferðirnar verður vitjað á møti hjá Frelsunarherinum 31. mars og til felagsgudstænastu í ítróttarhøllini á Sandi Krists himmalsferðardag 30. mai.

Nærri kunning fæst við at venda sær til aðalskrivaran hjá Bíbliufelagnum, Gunnar K. Nattestad, á tlf. 787826.