Føroyskt barnakór í sjónvarp í Miðeystri

Kristna sjónvarpsrásin SAT-7 KIDS røkkur til alt Miðeystur og Norðurafrika, har 150 milliónir børn yngri enn 15 ár búgva. Síðan 2007 hevur rásin sent eina fjølbroytta skrá við bíbliusøgum, teknifilmum, spurningum, drama og beinleiðis sendingum, har børnini kunnu ringja inn og seta persónligar spurningar. Av tí at flestøll hava møguleika at síggja sjónvarp, sjálvt í flóttafólkalegunum, er SAT-7 KIDS eisini farið at senda skúlasjónvarp fimm dagar um vikuna. Undirvíst verður í arábiskum, enskum, støddfrøði, evna- og lívfrøði. Føroysk sunnudagsskúlabørn stuðla hesi verkætlanini.
– Tá ið vit bjóða undirvísing til hetta mista ættarliðið av flóttafólkum, gera vit ikki bert eina íløgu í teirra framtíð, men í framtíðina hjá øllum arábiska heiminum, sigur Rita Elmounayer, sum er stovnari og stjóri á SAT-7 KIDS.
Í sambandi við vitjan hennara næstseinasta sunnudag í Nesvík sang felags barnakór “Myriams song”, sum er týddur til føroyskt. Myriam er ein 11 ára gomul flóttagenta frá Irak, sum hevur tosað og sungið seg inn í nógv hjørtu gjøgnum YouTube, eftir prát við ein av vertunum frá SAT-7 KIDS. Sami vertur bað beinan vegin um upptøku av føroysku barnakórunum, so hon kann verða send í beinleiðis sjónvarpi 22. apríl, hetta sum ein heilsan til Myriam og allan arábiska heimin.
Til ber eisini at síggja sendingarnar í Føroyum á ”Hotbird” við at stilla inn á ”SAT-7 PLUS”. Á snildfon ber eisini til taka niður SAT-7 KIDS-appina.