Føroyskt tilfar til føroysk børn: Nýggjur BUBU-tónleikur á geyma kemur út í dag

Hann hevur fleiri enn 4,5 milliónir sýningar á youtube, og flest børn, vaksin og eisini ommur og abbar kenna sangirnar hjá klovninum BUBU, sum í dag letur úr hondum nýggjan tónleik.

Tónleikurin er savnaður á ein geyma, sum hevur 13 løg; og hann kemur út í dag fríggjadagin 13. desember. Sjey av sangunum eru nýggir, og hinir seks eru framførdir áður, men tó ikki allir gjørdir sum sjónbandalag.

BUBU sigur, at útgávan hevur verið á veg leingi. Tónleikurin er lagdur á ein geyma, tí at tað eru alt fleiri, ið ikki hava fløguspælara, og tí at geymin eisini er lættari at hava við sær ella spæla í bilinum. Sangirnir eru ymiskir og fjølbroyttir, og teir hava tann jaliga og lætta BUBU-dámin yvir sær, sum flest øll kenna.

Í sambandi við útgávuna vitjar BUBU hjá Wenzel í Havn í morgin (leygardagin 14. desember) klokkan 12.00. Eisini vitjar BUBU Norðurjól í Klaksvík klokkan 15.00, har hann fer at syngja sangir av nýggju fløguni. Á tiltøkunum hevur BUBU tónleikarar við sær, og til Norðurjól í Klaksvík syngur countrykongurin Hallur Joensen saman við BUBU.

LES EISINI  Tíðindaskriv: Í dag sendir BUBU páskaheilsan við søgu og sangi

Geymin verður í handlunum um landið um vikuskiftið. Geymin kostar 150 krónur. BUBU vónar, at móttøkan verður góð, og heilsar øllum, at útgávutiltøkini næstu dagarnar verða lýst á facebookvanganum hjá klovninum BUBU.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina