Forsangarin í Jerusalem á KRISTFEST
1. apríl verður møguleiki at hoyra kenda svian Ulf Christiansson, stovnaran og forsangaran í Jerusalem, framføra í Nesvík. Við sær hevur hann sonin Philip Christiansson.
Rock tónleikarin Ulf Christiansson, Uffe, bleiv frelsturi í 1970 og gavst tá at spæla tónleik, tí hann helt ikki at tað sømdi seg at spæla rock tónleik sum kristin.
Uffe kláraði tó ikki at halda seg frá tónleikinum, og í 1975 stovnaði hann saman við ørðum kristna rock tónleikabólkin Jerusalem. Hóast bólkurin møtti nógvari mótstøðu millum kristin, hildu teir á at spæla og gjørdist Jerusalem sera væl umtóktir millum ung kristin í Europa og USA.
Uffe hevur eisini havt eina frálíka solo yrkisleið, har hann millum annað hevur sungið og givið út kendar sálmar. Uffe hevur øll hesi árini havt eitt ynski um at tæna Harranum og at boða Guds orð við tónleikinum.
73 ára gamli sangarin og guitarleikarin stóð á palli fyrstu ferð sum 13 ára gamal, hann hevur ongar ætlanir um at gevast at syngja um Jesus og 1. apríl sleppa føroyingar at hoyra Uffa og sonin Philip á palli í Nesvík á KRISTFEST. Saman fara teir at framføra sangir frá solo yrkisleiðini hjá Ulf Christiansson umframt sangir hjá Jerusalem.