Fosturtøka loyvd heilt fram til føðing

Tað hevur elvt til stóra undran, at staturin New York í USA seinasta týsdag samtykti eina lóg, sum ger tað møguligt at taka fostur heilt fram til níggjunda mánað.

Fleiri átrúnaðarligir bólkar eggjaðu viðhaldsfólki sínum til at biðja fyri, at uppskotið ikki fór at verða samtykt, men eftir eitt harðligt kjak fyri og ímóti samtyktu bæði tingini seinasta týsdag eina lóg, sum ger tað møguligt fyri læknar og onnur heilsustarvsfólk at fremja fosturtøku heilt fram til føðingina, uttan mun til hvør orsøkin er, skrivar The Christian Post.

Tann sonevnda “Reproductive Health Act (RHA)”, sum fosturtøkuforsprákarar hava roynt at fáa ígjøgnum í 12 ár og sum átrúnaðarligir og konservativir bólkar hava strítt ímóti, varð samtykt við 38 atkvøðum fyri og 28 ímóti, og lógvabrestirnir rungaðu í senatinum í statinum. Lógin tekur fosturtøku burturúr revsilógini hjá statinum.

Óttast hægstarætt hjá Trump

At amerikanarar hava rætt til fosturtøku um alt landið, tryggjaði hægstirættur í 1973 í sonevndnu Roe vs. Wade-avgerðini. Tað at henda avgerðin nú kann verða hótt, aftaná at Donald Trump, forseti, hevur útnevnt fleiri konservativar dómarar til hægstarætt, hevur verið ein av grundgevingunum fyri forsprákararnar fyri RHA.

LES EISINI  10 orð eg ongantíð gloymi

– Vit hava eina forseta, sum hevur gjørt tað ógvuliga greitt, at hann ætlar at yvirstýra Roe vs. Wade, segði Andrea Stewart-Cousins, sum er leiðari fyri meirilutan í statssenatinum, á einum tíðindafundi týsdagin, sambært Albany Times Union. Týsdagurin var eisini ársdagurin fyri Roe vs. Wade-avgerðini.

– Í dag, her í New York, siga vit nei. Vit siga, at her í New York er heilsan hjá kvinnum týdningarmikil. Vit siga, at her í New York hava avgerðir hjá kvinnum týdning.

Tekur burtur 24-viku markið

Fosturtøka bleiv loyvd í New York umleið trý ár áðrenn Roe vs. Wade-avgerðina, men varð verandi á kriminella kodeksinum hjá statinum, og tað gjørdi tað til eitt brotsverk at taka fostur eftir 24. viku, sambært Democrat & Chronicle.

Fyrr allýsti lógin dráp sum “atburð, ið elvir til deyða hjá einum persóni ella einum óføddum barni, sum ein kvinna hevur borið í meira enn 24 vikur.”

RHA-lógin tekur fosturtøku burturúr revsilógini og sigur víðari millum annað: “Eitt og hvørt individ hevur grundleggjandi rætt til at velja ella nokta fyribyrging ella sterilisering.

Eitt og hvørt individ, sum verður við barn, hevur grundleggjandi rætt til at velja at bera graviditetin til termin, at føða eitt barn, ella at taka fostrið, eftir hesi lógargrein.”

Undir orðaskiftinum um lógina róptu forsprákarar: “Free abortion on demand, can we do it, yes we can”, meðan mótstøðufólkini sungu aftur, samstundis sum tey hildu plakatum við myndum av pinkubørnum og skeltum við áskriftini “Eg angri mína fosturtøku”.

LES EISINI  Eg hevði rætt til lívið!

Ógvisligar reaktiónir

Lógarbroytingin hevur, sum vera man, elvt til ógvisligar reaktiónir og viðmerkingar í mongum londum. Inni í tinginum rópti ein áskoðari á svalagongdini: “Gud hin Almáttugi náði statin New York”.

Ikki minst er tað fallið mongum fyri bróstið, at guvernørurin í New York, Andrew Cuomo, gav boð um, at ljósareytt ljós skuldi lýsa á World Trade Center, fyri at hátíðarhalda lógarbroytingina. Ein gløggur eygleiðari viðmerkti tað syndarliga í hesum, tí á minnismerkinum niðri undir á sama bygningi verða nevnd 11 ófødd børn, sum vórðu dripin undir álopinum á World Trade Center í 2001.

World Trade Center í ljósareyðari glæmu

Minnistalva fyri teimum, ið vórðu dripin undir álopinum á World Trade Center

Nógv fosturtøkumótstøðufólk gráta um avgerðina og kalla lógina víðgongda. Ein útsøgn frá “pro life-bólkum” í New York sigur: “Viðhaldsfólk fyri RHA halda uppá, at lógin einans skal dagføra lógirnar í statinum New York og fáa tær at samsvara við Roe vs. Wade. Men tað er lygn. Ístaðin fer henda lógin at loyva fosturtøku í allar níggju mánaðirnar, uttan mun til orsøk, uttan avmarkingar, heilt fram til føðing, og enntá eftir føðing, um barnið verður føtt, meðan fosturtøka fer fram (tað er pinkubarnadráp)”.

LES EISINI  Filmur um Ku Klux Klan lim og veg hansara til Jesus og eitt nýtt lív

Nýggja lógin setur forboð fyri teimum avmarkingum – bíðitíð, foreldrasamtykki og seinabortir – sum hægstirættur annars hevur viðtikið. Nýggja lógin allýsir ein persón sum “eitt menniskja, sum er føtt og er á lívi”.

 

Keldur: Kristelig Pressekontor og Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina