Frá Bróðurringinum á Havinum

Bróðurringurin á Havinum hevur sína árligu stevnu í  Missiónshúsinum á Viðareiði  leygardagin 3. og sunnudagin 4. septembur 2021 við hesi dagsskrá:

Leygardagin 3. sept. kl.15:00: Limafundur í Missiónshúsinum á Viðareiði við dagsskrá sambært lóg felagsins. Bjarti Matrass Viðareiði innleiðir.

Kl.18:00. Bønarmøti.

Kl.19:00. Alment møti har Johannes  Poulsen, Klaksvík, talar og Óla Hans Johanesen Klaksvík endar. Menn úr  Meiniheitshúsinum í Havn luttaka við spæli og sangi.

Sunnudagin 4. sept.  Kl.12:00 Guðstænasta í Viðareiðis kirkju har Henning Bøgesvang prædikar.   

Kl.18:00 Alment møti har Bergur Debes Joensen talar. Lýggjas Blábjørg endar. TABOR kórið á Toftum luttekur við spæli og sangi.

Á stevnuni verður møguleiki fyri at tekna seg sum lim í Bróðurringinum á Havinum.

Tann, ið ynskir at gerast limur, er vælkomin til limafundin leygardagin kl.15.

v/ Stýrið fyri Bróðurringin á Havinum.

____________________________________________

Ellintur M. Abrahamsen

Skrivari

LES EISINI  Sjónband: Ársfundur hjá Bróðurringinum á havinum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina