Frá Guði – til menniskju

Vit skulu hyggja eitt sindur eftir Lukasi 9, 1-17.

Eitt, sum hendir í hesum frásagnum er, at Jesus dregur teir tólv lærusveinarnar við inn í tænastuna. Vit kunnu á ein hátt siga, at teir verða sendir út í praktikk.

Fyrst verður sagt frá, hvussu Jesus sendir teir tólv út at prædika Guðs ríki og at grøða sjúk. Hvør er útgerðin? Jesus gevur teimum mátt og vald á øllum illum andum og at grøða sjúkur. Alt annað, sum vit síggja sum neyðugt, so sum klæðir, mat og pening, skuldi verða syrgt fyri av øðrum. Men tað var nú ikki so lítið at fáa í viðførningi!!

Hví vildi Jesus hava tað soleiðis? Tað kunnu vera fleiri orsøkir til tess. Teir vóru til gongu, so jú minni teir høvdu at bera uppá, lættari var at ferðast. Hetta kundi eisini vera við til at vísa fólki á, at Jesus hevði ikki nakað tímiligt góðs at bjóða. Tað snúði seg um Guðs ríki og tað, sum har til hoyrir. Sjálvir lærdu lærusveinarnir uttan iva at líta á Harran og ikki á tað, teir sjálvir kundu leggja til rættis. Tað er eisini gott, at tey lokalu verða tikin við á ymsan hátt. Her fáa tey loyvi til at hýsa Jesu lærusveinum, og hevur tað uttan iva jaliga ávirkan á teirra hug at hoyra og síggja, hvat hesir menn hava at bera.

Hetta er jú væl kent eisini heima hjá okkum. Vit eru mong, sum kenna báðar síðurnar. At hýsa Harrans vitnum og sjálvi at fáa innivist, tá vit eru á ferð í Harrans tænastu. Tað kundi nokk verið nógv skrivað um ta síðuna av missiónsarbeiðinum í Føroyum. Vit hava flent saman, grátið saman, hildið bøn, sungið, borið ein vitnisburð, havt hugnaliga samveru og soleiðis vórðu vinarbond knýtt. Og soleiðis eru óivað mong kallað og vunnin fyri Jesus og hava fingið styrki til at liva lívið sum Guðs børn.

LES EISINI  Viðgongd ella mótgongd

Tað kann væl vera, at samferðslumøguleikarnir í dag gera, at nógv av hesum er fullkomuliga broytt. Hetta eigur tó ikki at gera, at vit bert síggjast ta løtuna, vit samlast til okkurt tiltak. Vit eiga at geva okkum stundir og koma hvørjum øðrum við. Vit eru ikki so skjót at lata okkum upp fyri hvørjum øðrum. Um eg so havi okkurt, eg vil tosa við onkran um, og vit bara gera skjótt av, so er tað so skjótt, at eg brenni inni við tí, sum veruliga liggur mær á hjarta.

Tá lærusveinarnir koma heim og siga frá, hvørji stórverk teir høvdu gjørt, tekur  Jesus teir við sær til bygdina Betsajda. Tað tykist, sum hann vil hava teir fyri seg sjálvan eina tíð. Teir høvdu verið á spennandi og avbjóðandi ferð og vóru uttan iva troyttir. Nú skuldu teir fáa loyvi til at taka samanum saman við meistaranum og løða battaríini av nýggjum.

Men tað gongur ikki altíð, sum vit hugsa. Heldur ikki saman við Jesusi. Friðurin er skjótt úti!

Fólkið frættir, hvar teir eru og fer aftan á teimum. Hvat ger Jesus? Hann tekur væl ímóti teimum og lærir og grøðir til dagurin fer at halla. Eisini tá hann veit, at fólkinum nú tørvar okkurt at eta, hevur hann umsorgan fyri teimum. Hann sendir tey ikki bara avstað, men skipar fyri, at tey fáa mat. Og har vóru ikki bara eini 15-20 fólk. Nei, har vóru fleiri túsund!

Soleiðis ynskir Jesus eisini at taka sær av menniskjum í dag bæði andaliga og tímiliga. Vit hava øll tørvir av ymsum slag. Nakrir eru grundleggjandi fyri okkum, meðan aðrir eru ymiskir frá einum til annan. Líkasum hann dró lærusveinarnar inn í tænastuna tá, kallar hann teg og meg, sum trúgva á hann,  til tænastu í dag.

LES EISINI  Fremmandir og útlendingar á jørðini.

Jesus er okkara lærumeistari. Tí eigur henda frásøgn at læra okkum, at mín og tín uppgáva, sum Harrans tænarar, er at møta menniskjum við teimum tørvum, tey hava og tæna teimum við tí, Harrin hevur at geva. Hetta er ein stór avbjóðing. Lærusveinarnir sóu seg ikki hava nakran møguleika at metta fleiri túsund við tí lítla matpakkanum, ein smádrongur í fjøldini hevði við sær heimanífrá. Men Jesus hevur heldur ikki sagt, at vit skulu gera tað einsamøll. Hann skal vera við okkum! Tá vit so í áliti til hansara gera tað, sum hann hevur lagt til rættis fyri okkum, vil hann vælsigna tað.

“Men hann rópaði teir tólv saman og gav teimum mátt og vald á øllum illum andum og at grøða sjúkur. Og hann sendi teir út at prædika Guðs ríki og at grøða sjúk.” Lukas 9, 1-2

“Vit eru tí sendiboð í Krists stað, sum var tað Guð, ið áminti við okkum. Vit biðja í Krists stað: Verðið sátt við Guð!” 2. Kor. 5, 20

Evangeliið eftir Lukas, kapittul 9:1-17

Jesus sendir út teir tólv
v1 Men hann rópaði teir tólv saman og gav teimum mátt og vald á øllum illum andum og at grøða sjúkur. v2 Og hann sendi teir út at prædika Guðs ríki og at grøða sjúk. v3 Og hann segði við teir: «Takið einki við á ferðini, hvørki stav ella klæðsekk ella breyð ella pengar, ikki heldur skulu tit hava tveir kyrtlar. v4 Og í hvørjum húsum, sum tit koma inn í, har skulu tit verða og haðani skulu tit halda ferðini avstað aftur. v5 Og har sum tey ikki vilja taka móti tykkum, haðani skulu tit fara burtur úr teirri bygdini og rista dustið burtur undan fótum tykkara til vitnisburðar móti teimum.» v6 Men teir fóru avstað og ferðaðust úr bygd í bygd og bóru gleðiboðskapin og grøddu allar staðir.

Heródes vil síggja Jesus
v7 Men Heródes, fjórðingshøvdingin, fekk at frætta alt hetta, ið hendi; og hann var í døpurhuga, av tí at summi søgdu, at Jóhannes var risin upp frá deyðum, v8 og summi, at Elia var komin til sjóndar; upp aftur onnur, at ein av hinum gomlu profetunum, ið fyrr vóru, var risin upp. v9 Men Heródes segði: «Jóhannes havi eg latið hálshøgga; men hvør er hesin, sum eg hoyri sovorðin tíðindi um?» Og hann royndi at fáa at síggja hann.

Jesus mettar 5000
v10 Og tá ið ápostlarnir komu aftur, søgdu teir honum frá, hvørji stórverk teir høvdu gjørt; og hann tók teir við sær og fór avstað einsæris burtur til eina bygd, ið kallast Betsajda. v11 Men tá ið mannamúgvurnar fingu tað at vita, fóru tær aftan á hann; og hann tók ímóti teimum og talaði til teirra um Guðs ríki og grøddi tey, sum trongdu til heilsubótar. v12 Men dagurin tók at halla; og teir tólv komu til hansara og søgdu við hann: «Lat mannamúgvuna fara avstað, at tey kunnu fara til bygdirnar og garðarnar her í nánd og fáa sær innivist og finna sær okkurt til matna, tí at her eru vit á einum oydnum staði.» v13 Men hann segði við teir: «Gevið tit teimum at eta!» Men teir søgdu: «Vit hava ikki meira enn fimm breyð og tveir fiskar, uttan so er, at vit fara at keypa mat til alt hetta fólkið.» v14 Men tey vóru okkurt um fimm túsund fólk. Men hann segði við lærusveinar sínar: «Latið tey setast niður í flokkum, fimmti í hvørjum!» v15 Og teir so gjørdu og lótu øll setast niður. v16 Men hann tók hini fimm breyðini og báðar fiskarnar, leit upp til himmals og vælsignaði tey og breyt tey sundur, og hann fekk lærusveinunum tey at bera mannamúgvuni. v17 Og tey ótu og vórðu øll mett; og tað, sum tey leivdu av molum, varð hentað upp, tólv fullar tægur.

LES EISINI  Boðannarorð
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina