Fráfaringarløta fyri Erlu

Mikudagin var ein lítil fráfaringarløta fyri Erlu Mortensen, sum hevur valt at taka við nýggjum avbjóðingum, eftir fýra ár í tænastu sum samskipari innan barna- og familjuøkið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Hóast sorgblídni, so var talan um ein hugnaligan fyrrapart, har starvsfelagar og samstarvsfelagar takkaðu Erlu fyri tað stóra arbeiðið, sum hon hevur gjørt hesi árini. Tey, sum tóku orðið, lótu ongan iva verða um, at Erla verður saknað, bæði sum starvsfelagi og sum persónur. Og sum onkur legði afturat, við einum skálkasmíli; Tað verður eisini saknur í Erlu í fyrireikingarbólkinum til jólaborðhaldið, har hon hevur verið fastur limur øll árini.

Erla fer frá eina viku inn í juli, tá ið hon fer í feriu. Jóhan Hansen, sum verður nýggjur ráðgevi innan barna- og familjuøkið, er klárur at taka við. Hann hevur verið við í fyrireikingunum til summarlegurnar, sum tískil eru í tryggum hondum.

LES EISINI  Nýtt starvsfólk á landsskrivstovuni í Nesvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina