Fráfaringarløta fyri Tóru

Mikudagin 9. mars var lítil fráfaringarløta fyri Tóru Toftegaard, sum eftir 16 ár í starvi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini hevur valt at royna nýggjar avbjóðingar.

Hesi 16 árini hevur Tóra verið við til at mynda Heimamissiónina sum “andlitið úteftir”, har hon í móttøkuni hevur møtt fólkinum, sum komu í húsið. Eisini hevur hon svarað telefon og telduposti. Eitt skifti stóð Tóra fyri grafiska arbeiðnum á Trúboðanum, umframt at hon hevur staðið fyri bókasøluni hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Andrias Magnussen, aðalskrivari, takkaði Tóru fyri trúgva tænastu, fyri hennara ídni, blídni og trúfesti øll hesi árini. Vit eru sjálvandi kedd av at skula siga farvæl við Tóru, og tað verður saknur í henni nú hon er farin í annað starv, legði hann afturat.

Fleiri av starvsfeløgunum tóku eisini orðið og bóru fram heilan. Fleiri av teimum løgdu afturat, hvørja ávirkan Tóra hevur havt á arbeiðsumhvørvið í Nesvík, har hon hevur loyst tær ymisku arbeiðsuppgávurnar við einum smíli.

LES EISINI  Nýtt starvsfólk

Vegna Kirkjuligu Heimamissiónina vil eg takka Tóru hjartaliga fyri tað stóra arbeiðið, sum hon hevur gjørt øll hesi árini. Vit vilja ynskja Tóru og familju hennara Guds ríku signing víðari á lívsleiðini, endar Andrias Magnussen við at siga.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina