Framløga í Havn av World Watch List 

Týsdagin legði føroyska deildin hjá Open Doors fram árliga listan yvir londini, har kristin uppliva mest atsókn. 

Listin, sum verður nevndur World Watch List, verður í januar mánaði á hvørjum ári lagdur fram. Vit hava áður skrivað um ársins lista her á Trúboðanum.

Fleiri av landsins politikarum vóru møttir upp til framløguna týsdagin, fyri m.a. at hoyra, hvussu andsfrælsið kring heimin er undir trýsti.  

Eitt øki, har ágangurin er vaksin nógv seinnu árini er økta nýtslan av yvirvakin. Eftirlitið er sera einfalt, har myndatól verða nýtt saman við forriti, sum kennir andlit. Eftirlitið á internetinum er eisini munandi hert, umframt at keyp við gjaldskorti, ferðir o.a. verður skrásett. Áhoyrararnir til tiltakið týsdagin, sóu eitt video, har greitt varð frá, hvussu stjórnin í Kina nýtir talgildar dátur til at hava eftirlit við íbúgvunum, soleiðis at hvør einstakur íbúgvi fær “sosial stig”. Í filminum varð upplýst, at eftir hesi skipan eru uml. 18.000 íbúgvar skrásettir sum “fyrimyndarligir borgarar”. Hesi fólk verða lønt við m.a. at kunnu ferðast fyri hálvan prís og øðrum ágóðum. 

LES EISINI  Norðurkorea framvegis torførasta land at vera kristin

Í hinum endanum á stigatalvuni eru teir uml. 23.000.000 íbúgvarnir, sum hava 0 stig á síni sosialu konto. Tey verða avvíst, tá ið tey royna at keypa tokbilettir, tí tey hava ferðabann. Í Kina kunnu íbúgvarnir missa stig, um teir t.d. luttaka í gudstænastum í húsmeinigheitum, og soleiðis verður frælsið hjá teimum skert. 

Eftir framløguna var stutt orðaskifti, har fleiri settu orð á teirra stúran fyri, at eisini í okkara parti av heiminum veksur eftirlitið, sum møguliga kann misnýtast. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina