Freistin at tilmelda seg til háskúlan í Nesvík nærkast
Komandi mánadag, 15 mai, fer freistin at melda seg til háskúlaskeiðið hjá háskúlanum í Nesvík.
Á Háskúlanum verður gerandisdagurin lagdur tilrættis eftir einstaklinginum og felagsskapinum. Tann einstaki fer at kunna velja, hvat man brúkar nakað av tíðini til, meðan annað verður felags fyri øll. Andaliga verða næmingar avbjóðaðir gjøgnum spennandi undirvísing og dagliga fær næmingurin eisini høvi at sita fyri seg sjálva/n, har tað vera ymiskir møguleikar at hugsavna seg. Undirvísingin leggur seg eftir at vera fjølbroytt, so tað er meira enn at lesa, lurta og skriva.
Tað eru enn pláss eftir á háskúlanumskeiðnum, heysti 2023, so um tú ætlar tær at melda teg til, er tað enn møguligt!
Kom og verð ein av teimum fyrstu til at uppliva ungdómsháskúlan í Nesvík.
Les meira um háskúlaskeiðið HER
Háskúlin skipar eisini fyri styttri skeiðum. Til ber at fáa meira at vita um hesi á facebook síðuni hjá háskúlanum í Nesvík, ella við at fara á heimasíðuna hin.fo